Leasing av 500 hybridbilum

Toyota fara at leasa 500 Prius hybridbilar við lithium-ion battaríum til ávísar vinnukundar kring um í heiminum. Síðst í hesum árinum vilja Toyota enn einaferð vísa sína leiðandi støðu innan menning og framleiðslu av umhvørvisvinarligum bilum, tá teir fara at leasa 500 Prius plug-in hybridbilar við lithium-ion battaríum, sum eru kend frá t.d. mobiltelefonum og berbarum teldum.

Battaríini verða framleidd á japansku verksmiðjuni Panasonic EV Energy Company LTD, sum Toyota eigur saman við Panasonic.

Teir 500 plug-in hybridbilarnir verða leasaðir til ávísar vinnukundar kring um í heiminum, soleiðis at Toyota javnan kunnu savna tekniskar upplýsingar grundaðar á dagliga nýtslu av bilunum.

Nær hesir Prius við plug-in teknologi og lithium-ion battaríum koma á altjóða marknaðin er enn óvist.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum