Søgan var í hásætinum undan dystinum á Old Trafford, har Leeds, sum fyri fáum árum síðani taldist millum tey stóru í Onglandi, var á vitjan.
Ofta hevur Sir Alex spart sær stóru stjørnurnar í slíkum dystum, men tað gjørdi hann ikki hesaferð. Og við spælarum sum Rooney og Berbatov í byrjunaruppstillingini og seinni við innskiftingum av Giggs og Valencia, var eingin ivi um, at dysturin skuldi vinnast.
Tað vildi Leeds tó ikki lata heimaliðið gera. Eftir 19 minttum skoraði Jermaine Beckford, og Manchester United megnaði ongan tíð at svara aftur. Tvørtur ímóti var Leeds alla tíðina væl við í dystinum, og hóast púrasta óvæntað, so var tað ikki púrasta óuppiborið, at liðið úr Yorkshire hesa ferð skapti stóru sensatiónina.