Legði á bilin hjá Kára P. Højgaard

Ein maður breyt í kvøld framrútin á bilinum hjá Kára P. Højgaard, sum var á floksfundi hjá Sjálvstýrisflokkinum í Klaksvík. -Sum eg kom koyrandi sum ein hampamaður eftir vegnum, stendur ein maður har framman fyri mær, og hann flytur seg ikki, men kemur móti mær og leggur seg yvir bilin og sendir tveir nevar í forrútin, so hann brotnaði, sigur Kári P. Højgaard við Vágaportalin í kvøld.

Maðurin slapp sær so burtur og fór inn í eini hús har tætt við uttan at siga eitt orð. Kári P. Højgaard boðaði løgregluni frá, og maðurin er nú meldaður, sigur tingmaðurin við Vágaportalin.

Kári P. Højgaard dugir ikki at siga, um maðurin var ávirkaður.