Legði á frásøgumann á festivali

Skemtarin Geo legði á Megabuddy, tá hesin beyð Dúné á pallin.

Tað eru ofta nevar á lofti, tá Dúné er á palli. Á Skive Festivalinum komu limirnir í bólkinum sjálvir í bardaga.

Nú heldur hetta fram við skemtaranum Geo við eina konsert á Nibe Festivalinum. Gaffa.dk skrivar, at tá Frank Megabuddy beyð Dúné á pall, leyp Geo heldur ógvusliga á. Orsøkin sigst vera, at Geo helt tað vera óhóskandi, at ein so gamal harri skuldi vera frásøgumaður, tá Dúné fór á pall.

Dúné hava vitjað í Føroyum.