Legendan er lend

Robin Gibb er nú seinnapartin komin til landið, og í kvøld fer hann at spæla konsert á Summar Festivalinum. Bee Gees beiggin Robin Gibb er nú komin tl Føroya. Sum tann seinasti av ferðalagnum kom hann í Vágar við Atlantsflogi seinnapartin, og hann er nú á veg til Klaksvíkar.

 

Robin Gibb var ein av sangarunum í Bee Gees, sum teljast millum 10 teir mest seljandi bólkarnar í tónleikasøguni.

 

Ì kvøld fer Robin Gibb at hava konsert saman við sínum vælmannaða bólki á Summar Festivalinum. Hann fer at spæla allar Bee Gees klassikararnar og sangir av sínum soloútgávum.

 

Konsertin við Robin Gibb verður á Vágsbøi í kvøld kl 22.00.