VIDEO: Legendariskur frásøgumaður hjá BBC er deyður

(Video) John Motson var frásøgumaður hjá BBC til yvir 2.000 fótbóltsdystir í bæði útvarpi og sjónvarpi

Ein kendur fótbóltsfrásøgumaður hjá BBC, John Motson er deyður 77 ára gamal.

 

John Motson var frásøgumaður hjá BBC til fótbóltsdystir í bæði útvarpinum og sjónvarpinum hjá BBC.

 

Samanlagt var hann frásøgumaður til yvir 2.000 fótbóltsdystir. John Motson segði frá 29 FA Cup finalum, og hann var frásøgumaður til 10 HM-endaspøl og til 10 EM-endaspøl.

 

Tey tilkomnu sum hava lurtað nógv eftir enskum fótbóltsfrásagnum á BBC á millumbylgjuni á 693 MW og 909 MW hoyrdu mangan John Motson siga frá fótbóltsdystum.

 

Fyri síni avrik var John Motson heiðraður av Elisabeth drotning í 2001, tá hann var heiðraður við einum OBE (Order of the British Empire).

 

Gary Lineker skrivar á Twitter, at John Motson var ein legendariskur og framúrskarandi frásøgumaður hjá fleiri ættarliðum í Bretlandi. 

 

John Motson var føddur í Salford nær við Manchester í Onglandi 10. juli í 1945. Millum bretar var hann kendur sum: "Motty". 

 

HER sæst og hoyrist John Motson fortelja um sína yrkisleið sum frásøgumaður á einum videobroti BBC hevur lagt út fyrr í dag:

##med2##