- Hví skalt tú brúka tveir lærarar til tíggju næmingar, meðan tú í Havn skalt hava 26 næmingar fyri at fáa ein flokk, spyr Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri í Leirvík. Sosialurin varpaði í gjár ljós á spurningin um smáu bygdaskúlarnar - og um samstarv í størri skúlaeindum Fríðfinnur Johnsson heldur tað vera burturvið, at skúlarnir ikki eisini verða lagdir saman, tá kommunur verða lagdar saman. Hann heldur ongar sosialar fyrimunir verða við smáum flokkum.
- Danskar kanningar vísa, at fer flokkurin undir 15 næmingar, er vandin fyri at tann einstaki næmingurin ikki finnur ein, sum hann ordiliga »klikkar« við nógv størri. Tekur tú til dømis her í Leirvík, so hava vit eina gentu í fyrsta flokki. Skal hon so ganga sjey ár í skúla, áðrenn hon kemur í flokk við eini aðrari gentu? Løgdu vit til dømis fyrstu flokkarnar í Gøtu og Leirvíkar skúla, vóru sjey gentur, og tað er absolutt ein sosialur fyrimunur við størri flokkum, sigur Fríðfinnur Johnsson við Sosialin.
Eisini fýlist hann á, at nógvu smáu skúlarnir, har tað er gott at koyra ímillum, ikki langtsíðan eru samanlagdir.
- Sjálvandi má tú hava ein skúla í Fugloy, og í Svínoy, fyri at taka nøkur dømi. Men hyggur tú eftir Kunoy, so hevur tú brúkt næstan 30 milliónir uppá at byggja ein tunnil, meðan tú als ikki nýtir hann. Tú hevur ein skúla í Kunoy og ein í Haraldssundi, við ávíkavist seks og fýra næmingum. Hví skal tú brúka tveir lærarar til 10 næmingar, meðan tú í Havn skal hava 26 næmingar fyri yvirhøvir at fáa ein flokk, spyr Fríðfinnur Johnsson undrandi.
Hann heldur eisini at tað er fyrimunur fyri lærararnar, um teir sleppa undan at skula undirvísa sjey árgangum í fleiri fakum samstundis.
- Lærarar, sum skulu undirvísa í fleiri lærugreinum, hava ongan møguleika fyri veruliga at førleikamenna seg víðari, staðfestir Fríðfinnur Johnsson.
Sosialurin hevur eisini drúgva samrøðu við Magnus Tausen, formann í Føroya Lærarafelag. Hann sigur, at Føroya Lærarafelag ikki mælir til at skúlar verða niðurlagdir, men at teir umleið 56 skúlarnir verða umskipaðir í størri samstarvseindir við felags læraratoymi, bygningum og næmingum, sum hoyra til økið.
- Á henda hátt fáa vit meira burturúr hvørjum læraratíma, sigur Magnus Tausen millum annað við Sosialin.