Bakkafrost varð kosið ársins virki á Vinnudegnum fríggjadagin og í takkartalu síni nýtti Regin Jacobsen høvið at minna politisku skipanina á, hvussu nógv felagið rindar í landskassan undir verandi skipan. Hann ávarar tí eisini ímóti at gera ov stórar broytingar í vinnuni.
Nýggja samgongan hevur sagt, at skattalættin og onnur átøk, sum samgongan fer at fremja, skulu fíggjast við at leggja hægri avgjøld á alivinnuna. Hóast Regin Jacobsen ikki beinleiðis biðjur myndugleikarnar halda seg burtur, so nýtti hann høvi at heita á teir, um at vera varnar, tá broytingar nú skulu gerast.
Regin Jacobsen vísti í røðu síni á, at felagið kappast á einum altjóða marknaði og at í londunum, vit kappast við, verður tosað um at lækka skattatrýstið á alivinnuna, fyri at gera hana meiri kappingarføra. Tí tykist tað løgið, at tað í Føroyum verður tosað um at hækka trýstið á alivinnuna.
Ofta verður ført fram, at eigararnir av Bakkafrost, millum teir Regin Jacobsen sjálvur, hava fingið risastór vinningsbýti útgoldin seinastu árini, men Regin Jacobsen vísti á, at tað ikki einans vóru eigararnir, ið nutu væl av góðu gongdini. Hann vísir á, at felagið rindaði 252 milliónir krónur í skatti í 2014.
- Afturat hesum goldu vit slakar 90 milliónir í vinningsbýtisskatti, so tilsamans til landskassan bleiv tað til 340 milliónir krónur fyri árið 2014. Hetta svarar til dømis til góð 60% av játtanini til Landssjúkrahúsið – og eini 55% av blokk-stuðlunum, segði stjórin á Bakkafrost.
- Vit virka á altjóða marknaðinum hvønn dag, og vit mugu ansa eftir, at karmarnir vinnan virkar undir eru kappingarførir. Vit kappast bæði um vørurnar, starvsfólk og kapitalin. Vit vóna, at vit eisini í framtíðini verða kappingarfør til frama fyri starvsfólk, íleggjarar og alt Føroya land, segði Regin Jacobsen í røðu síni.