Leggið rennibreytina við studentaskúlan í Hoydølum

Eg fari hervið at skjóta upp, at rennibreytin við Tórsvøll heldur verður løgd við studentaskúlan í Hoydølum, tí hetta hevði verið besta loysn fyri allar partar.

Fótbóltsvøllurin sleppur av við sína rennibreyt, sum tey fótbóltsáhugaðu vilja, og tað frælsa ítróttarfólkið fær framvegis sína rennibreyt í einum frálíkum umhvørvi.

Og hugsið tykkum hvussu hetta hevði nørt um frælsa ítróttin í Føroyum. Einki er at ivast í, at mangur studentur hevði brúkt nógvar tímar á hesi rennibreyt aftaná skúlatíð. Serliga heppið hevði hetta verið fyri bygdarfólkið, tí sum nú er, gevast hesi ofta við ítrótti tá tey koma til Havnar at búgva - tey tíma ikki ella fáa ikki í lag at melda seg inn í ítróttarfeløg í Havn. Hetta er jú stórt spell bæði fyri tey sjálvi og fyri ítróttin sum heild.

Í útlondum kenna vit hetta eisini so sera væl, at skúlar hava samband við ítrótt á kappingarstigi, og eisini verða serstakir OL-leikir fyri studentar fyriskipaðir. Orðið gymnasium (studentaskúli) merkir nettup ítróttarøki, tí tað hevur jú altíð verið vanligt hjá studentum at fingist við ítrótt. Orðið gymnos kemur úr grikskum og merkir at vera nakin. Hetta vóru menn altíð í gomlum døgum, tá teir gjørdu fimleik (gymnastikk) og harav orðið.

Í Hoydølum er jú slætt sum á pannukøku, so tað stóra arbeiðið verður ikki neyðugt at gera viðvíkjandi planering og tílíkum. Vit vita jú eisini, at fyrsti fótbóltsvøllur havnarmanna lá nettup í Hoydølum, so einki ónatúrligt er við at gera ítrótt har.

Men sjálvandi skulu tað ikki bara vera studentar, ið skulu nýta rennibreytina; restin av Havnini skal eisini. Og liggur rennibreytin væl fyri í Gundadali, so liggur hon eisini væl fyri í Hoydølum - her er bara ein kilometur á muni, so hetta er eingin trupulleiki.

Men nú hava menn tosað um at gera nýggjan studentaskúla, og ikki veit eg um hann skal liggja í Hoydølum ella ikki, men um ikki, so kundi hann t.d. ligið tætt við handilsskúlan, og har hevði jú eisini borið til at lagt rennibreytina. Onkustaðni millum SEV-bygningin og handilsskúlan. Og so kundu eisini handilsskúlanæmingar nýtt breytina. Fyri nøkrum árum síðani var jú eisini tosað um at leggja júst landsfótbóltsvøllin har, og økið er eisini vælegnað. Sum Havnin er vaksin, er hetta eisini vorið eitt centralt øki, og nógv børn búgva rundan um og restin av Havnini hevur líka góðan møguleika at koma niðan har, sum at tey við Landavegin skulu niðan í Gundadal.

Men so er tað Býráðið. Tað sær út sum at har verður bara arbeitt fram eftir fummum í ítróttarmálum. Eingin grund er til at tvíhalda um, at alt ítróttarvirksemi skal vera í Gundadali. Har er um at vera uppi við plássi, so um heilt stutta tíð verður kortini neyðugt at fara at leita eftir nýggjum ítróttarøki. Og Havnin bara veksur og veksur og um ikki longu nú, so verður um heilt stutta tíð neyðugt við einum graslíkisvøl afturat, tí teir tveir sum nú eru, klára ikki at taka alt trýstið. Sama er við ítróttarhøll, tí her verður tørvurin heldur ikki nøktaður. Men neyvan verður hetta gjørt fyrsta dagin, men kortini eiga vit longu nú at byrja at planleggja, hvar alt skal liggja í framtíðini, tí tað verður jú ikki í Gundadali.

Tískil er heldur ikki neyðugt at leggja rennibreytina kring Tórsvøll, sum jú í høvuðsheitum skal vera ramman um fótbóltin, og tí mugu vit broyta Tórsvallar-ætlanina so skjótt sum gjørligt - áðrenn endaliga detailprojekteringin verður gjørd. Og hetta munnu fyrireikararnir eisini halda, tí tá teir tosa um Tórsvøll, tá tosa teir bara um hann út frá fótbóltssjónarmiðum: Landskrona var íblásturin, sangurin um Tórsvøll er ein fótbóltssangur, og teir hava tosað við aðrar norðurlendingar um hetta at gera fótbóltsvallir o.s.fr. Og nevndin hevur ikki tikið orðið frælsur ítróttur up á tungu eina tað einastu ferð. Og til tað frælsa ítróttarfólkið: Ansið eftir, at tit ikki lata tykkum lumpa av hesi Tórsvallar-ætlan, tí sambært bókini »Fótbóltslandsliðið« (síðu 160), so er jú ikki ætlanin og gummiundirlagið skal leggjast á rennibreytina í 1. byggistigi, og so er heldur ikki neyðugt við nakrari rennibreyt. Og vita tit um pengarnir ið játtaðir eru, eisini skulu brúkast til sjálva rennibreytina (gummiundirlagið), ella verða allir pengarnir brúktir til fótbóltspartin? Rennibreytin verður altso ikki klár til brúks fyrr enn 2. byggistig (ella 3?) er liðugt. Og tískil fer motivið hjá tí frælsa ítróttarfólkinum til grundar: Hetta at tey tvíhalda um at fáa rennibreytina kring Tórsvøll, tí ella kemur hon ikki yvirhøvur.

Tískil fari eg at mæla tí frælsa ítróttarfólkinum til at umhugsa omanfyrinevnda uppskot, og eg dugi ikki upp á nakran sum helst hátt at ímynda mær, hvat nakar frælsur ítróttarmaður kann hava ímóti hesum uppskoti. Og heldur ikki vænti eg, at »anlægsfonden« hevur nakað ímóti hesum, so peningaligi stuðulin dettur ikki burtur.

Vónandi lata tey frælsu ítróttarfólkini (t.d. Bragdið) ftta frá sær og vónandi fara tey at hugs aum hetta við fríum sinni og objektivum tonkum. Tí hetta er jú besta loysnin fyri bátar ítróttargreinirnar: fótbólt og frælsan ítrótt!

PS. Annars skapar eingin rennibreyt í sær sjálvum nakran men tað sum er umráðandi, er hvussu vit kveikja um hesa ítróttargrein og fáa flest fólk at íðka frælsan ítrótt. T.d. er tað bara heilt sjáldan at teir óføru kenyanararnir renn á rennibreytum - mest sum bara til kappingar - men teir venja bara á teimum grønu fløtunum, og tískil er ikki nokk bara at fáa eina rennibreyt og so einki meir. Hugurin til at venja er tað avgerandi.


PUMA