Hesar seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at leggja asfalt á landsvegin hjá æðuvíkingum. Arbeiðið verður liðugt í hesi vikuni.
Arbeiðið byrjaði hósdagin í farnu viku, og hevur hetta havt ávirkan á ferðsluna.
Tá landsverk fyrr í ár bað um tilboð uppá asfalteringina av vegnum, komu inn trý tilboð.
Meðan arbeitt verður er vegastrekkið strongt fyri ferðslu millum klokkan 9 og 12, og aftur millum klokkan 13 og 16.
Arbeitt hevur annars verið við at breiðka henda vegin í smáum pettum á hvørjum ári. Nú verður asfalt so lagt á, sum helst fer at koma væl við hjá bygdarfólkinum - og hjá teimum ið vitja her, tá tann serstakir jólabýurin er frammi.