Nú fer landsstýrið at leggja eina samferðsluætlan, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur, verða lagdar í ein langtíðar løgukarm.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðskumálum. Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir eru um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.
Jørgen Niclasen sigur, at umframt at leggja eina samferðsluætlan, fer landsstýrið eisini at langtíðar løguætlan fyri tær íløgur, sum skulu gerast hesi næstu árini, og í tí arbeiðinum skal eisini leggjast tíðarætlan fyri at skifta skipini hjá Strandferðsluni, út.
Jørgen Niclasen ásannar, at undantikið Smyril og Teistan, er allur flotin hjá Strandferðsluni ótíðarhóskandi og óneyðuga dýrur í rakstri.
##med2##
Í 2017 gjørdi skiparáðgevarin, Knud E. Hansen, eina støðulýsing av skipunum hjá Strandferðsluni.
Í niðurstøðuni stendur, at samanumtikið er flotin hjá Strandferðsluni rættuliga gamal við einum miðalaldri uppá 30 ár.
Aldurin ger seg galdandi á serliga tveimum økjum. Annað er, at skipini taka rættiliga nógv minni og hitt er, at teringar í skrokkinum fer at gera um seg. Og samstundis økjast krøvini til Strandferðsluna.
Í mai mánað kemur nýggi eykabáturin hjá Strandferðskuni og hann kann avloysa nøkur av skipunum, tá ið tørvur er á tí.
– Landsstýrið arbeiðir við at finna eina loysn uppá, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast, sigur Jørgen Niclasen.
Í frágreiðingin frá Knud E. Hansen, fáa skipini eisini karakter, har 25 er tað hægsta talið, sum tey bestu skipini fáa.
Men í frágreiðingini fær:
Sildberin 7 stig
Ritan 10 stig
Sam 10 stig
Ternan 15 stig
Teistin 20 stig
Smyril 24 stig