Í gjár og fyrradagin hevði landsstýrissamgongan fund um uppleggið, sum skal leggjast fyri donsku stjórnina á samráðingarfundinum um føroyskt fullveldi, sum verður í danska forsætisráðnum 26. oktober.
Hóast samráðingaruppleggið enn ikki er heilt liðugt, er greitt, at talan verður um eitt upplegg, sum verður nógv ørðvísi enn tey, ið eru brúkt á teimum trimum undanfarnu samráðingunum.
Sosialurin hevur tosað við fleiri keldur í Tinganesi, sum vátta, at arbeitt verður við einum samráðingaruppleggi, ið inniber, at arbeitt verður stig fyri stig fram móti fullveldinum.
Landsstýrið fer at arbeiða við at fáa evsta vald til løgtingið eftir eini mannagongd, ið líkist sjálvstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Blokkstuðulin skal trappast niður, so skjótt sum føroyingar meta tað verða ráðiligt, og tá blokkstuðulin er burtur, hava vit føroyskt fullveldi.
Hvussu umsitingarliga samstarvið við Danmark skal skipast, hevur tað ikki borið til hjá okkum at fáa at vita.
Ikki endaliga samdir
Fyrradagin hevði landsstýrið fund um hesa ætlan, sum Fólkaflokkurin stendur fyri og tískil tekur undir við.
Á hesum fundinum eydnaðist tað ikki endaliga samgonguni at semjast um ætlanina, men Sosialurin skilir tó, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, ásannar, at neyðugt er við eini líknandi ætlan, um landsstýrið skal røkka málinum, ið er at seta á stovn fullveldið Føroyar.
Men kortini eru enn trupulleikar við hesi ætlan. Hesir trupulleikar liggja hjá Tjóðveldisflokkinum, har partar av flokkinum ikki vilja góðtaka, at Høgni Hoydal fer frá upprunaliga fullveldisupplegginum til eitt annað uppskot, ið er nógv tamari.
Samgongufund um málið
Klokkan tvey í gjár, beint eftir at Sosialurin fór til prentingar, var samgongufundur í Tinganesi um uppleggið. Á hesum fundi varð roknað við, at stór ósemja fór at verða um uppleggið. Men keldurnar úr Tinganesi rokna kortini ikki við, at samgongan er í vanda. Tvørturímóti verður roknað við, at fullveldismálið nú fer at verða loyst.