Trupulleikin við fiskinum, sum hvørvur á veg til keypararnar, hevur leingi verið stórur, og fyri einum mánað síðani viðgjørdi felagið hjá norsku lastbilaeigarunum málið.
Á fundinum kom eitt uppskot um at skipa søluna soleiðis, at keypararnir hava ábyrgdina av fiskinum, so skjótt hann er komin inn um italska markið. Orsøkin til hetta eru gitingar um, at tað eru italskir fiskakeyparar, sum stjala fiskin, og at myndugleikarnir í fleiri førum hjálpa teimum. Millum annað er komið fram, at í einum føri varð ein lastbilførari tvungin at ferma bilin aftur, eftir at hann hevði avskipað farmin í einari móttøkuhøll. Tá hann hevði fingið fiskin upp í lastina aftur, rak løgreglan hann burtur, so onkur kundu stjala fiskin.
Fiskastuldurin í Italia hevur kostað norsku tryggingarfeløgunum nógv, og tey taka undir við, at keypararnir skulu hava ábyrgdina av fiskinum. Hinvegin hevur norska fiskivinnan ikki víst sama vilja at loysa málið, skrivar norska tíðindastovan NTB.