Í summar fáa vit at vita, hvussu føroyska flogfelagið, Atlantsflog, skal rekast í framtíðini.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur ráðgevarafyritøkan, Qvartz, er í holt við at greina Atlantsflog. Væntandi verður tað arbeiðið liðugt í summar og tá verður so ein langtíðarætlan løgd fyri felagið
Høgni Hoydal, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin um støðuna í Atlantsflogi og Johan Dahl sigur, at tá ið Magni Arge varð sagdur upp og nýggjur stjóri settur, var tað partvís tí at nevndin vildi hava eina óhefta meting av rakstrinum hjá Atlantsflogi.
- Í hesum sambandi hevur nevndin tikið upp samband við ráðgevarafyritøkuna, Qvartz, fyri at gera eina slíka meting.
Qvartz, sum starvast í øllum Norðurlondum hevur eisini royndir at kanna flogfeløg og viðvíkjandi Atlantsflogi er uppgávan at greina alla fyritøkuna og eisini at sammeta raksturin við onnur flogfeløg.
Somuleiðis er ráðgevarafelagið biðið um at greina tær ymsu ruturnar hjá Atlantsflogi og leggja uppskot fram um, hvussu raksturin kann skilbøtast.
Johan Dahl sigur, at Qvartz er ikki biðin um at leggja eina langtíðarætlan fyri Atlantsflog, men er biðin um at greina raksturin, soleiðis at nevndin sjálv kann leggja eina langtíðarætlan við støði í greiningarúrslitinum
- Í sambandi við arbeiðið at greina fyritøkuna, er tað ein fortreyt hjá nevndini, Atlantsflog framhaldandi skal flúgva verandi rutu.
- Nevndin fyri Atlansflog hevur upplýst, at tað er eingin ætlan um at minka talið av ferðamálum og leggja størri dent á einstakar leiðir.
- Fyritreytin fyri tí arbeiði, sum í løtuni verður útint, er, at felagið framhaldandi skal røkja verandi rutunet hjá felagnum. Tó hevur nevndin fyri Atlansflog upplýst, at avgerðin at flúgva leiguferðir til Egyptalands, hevur ikki eydnast serliga væl.
Johan Dahl leggur afturat, at nevndini í Atlantsflogi vil somuleiðis hava Qvartz at kanna prísirnar hjá felagnum, eisini við tí endamáli at vita um tað ber til at lækka prísin á ferðaseðlum.
- Nevndin fyri Atlantsflog hevur mett, at Qvartz hevur neyðugar førleikar til hesa uppgávu, og at førleikin hjá hesi fyritøku er betri enn hjá teimum fyritøkum, sum annars bjóða seg fram til líknandi uppgávur í Føroyum, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at annars vil nevndin fyri Atlansflog upplýsa hvussu nógv Qvartz skal hava afturfyri at greina Atlantsflog
- Talan er um upplýsingar, sum vanliga eru í trúnaði millum tveir handilspartar, sigur hann.
Johan Dahl sigur, at sjálvur hevur hann ongan leiklut í arbeiðnum at leggja eina langtíðarætlan fyri Atlansflog.
Hinvegin hevur hann fleiri ferðir givið til kennar, at vil hava prísin á ferðaseðlum at lækka og tað væntar hann, at nevndin tekur til eftirtektar.
- Nevndin hevur upplýst, at hetta atlit verður tikið við í viðgerðini at leggja eina langtíðarætlan fyri felagið, sigur Johan Dahl. |