Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið, at geva Tórshavnar Froskmannafelag, Kajakfelagnum og Bátafelagnum eina serbygda flótibrúgv til virksemið hjá feløgunum
- Tórshavnar Býráð vil fjálga um allar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv í høvuðsstaðnum, og tað er við hesum stevnumiði í huga, at vit hóskvøldið hava samtykt at keypa eina serútgjørda flótibrúgv til virksemið hjá Froskmannafelagnum, Kajakfelagnum og Bátafelagnum í Havn, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur hjá Fólkaflokkinum.
Feløgini hava sítt dagliga virksemi í Vágsbotni og undir Bakka við Tinganes, og flótibrúgvin verður løgd undir Bakka á uttaru síðu á bylgjubrótaranum innan fyri Skinnarasker.
Sambært Boga Andreasen verður flótibrúgvin sniðgivin og laga eftir søguliga umráðnum við Tinganes og Skinnarasker.
Á sumri 2016 samtykti býráðið at geva Tórshavnar Froskmannafelag og Kajakfelagnum, sum vóru vorðin húsvill, tak yvir høvdið í gomlu kommunalu neystunum undir Bakka, sum feløgini leiga frá kommununi. Býráðið hevur eisini stuðlað feløgunum í at seta neystini í stand, og hetta arbeiðið er næstan liðugt.
- Tórshavnar Froskmannafelag, Kajakfelagnum Bátafelagið eru – eins og hini frítíðar- og ítróttarfeløgini í Havn – virðismikil fyri høvuðsstaðin. Stuðulin, ið býráðið veitir frítíðarfeløgunum við Vestaru Vág, sæst aftur í lívgandi virkseminum á havnarlagnum, sum er við til at økja trivnaðin í okkara livandi høvuðsstaði, sigur Bogi Andreasen.