Ráðstevna
Tórshavn:
Umhvørvisráðstevnan varð sett av Eyðuni Elttør, landstýrismanni við orku- umhvørvismálum. Síðan varð farið beinleiðis til fyrirlestrarnar, sum eru nógvir og fjølbroyttir.
Rættiliga passandi fyri eina umhvørvisráðstevnu i Føroyum, nevndi tónleikabólkurin, sum spældi, tá stevnan varð sett, seg Tjaldur. Og aftan á Tjaldrinum kom Eyðun Elttør og setti stevnuna.
Landstýrismaðurin tosaði um orku. Um hvussu nógva orku vit í veruleikanum brúka, uttan at hugsa um tað. Tá vit gera hetta ella hitt. Líkamikið hvat vit taka okkum fyri, brúka vit orku.
Um hvussu vit eiga at hugsa okkum um, tosaði hann, og hugleiddi víða. Já, sjálvt tað hann stóð heima í køkinum og vaskaði upp, vísti hann á, varð eisini brúkt orka.
Eyðun Elttør, landstýrismaður vónaði, at orku- og umhvørvisráðstevnan, sum nú var sett, fór at kasta ljós á viðurskifti, sum vit føroyingar eiga at taka upp og kjakast um.
Fyrilestrahaldarar eru komnir uttan úr heimi at greiða frá ymsum verkætlanum og royndum við ymiskum orkukeldum. Tað verið seg vind, ljós ella havstreymar.
Eisini er ein íslendingur, Jón Bjørn Skúlason, komin at greiða frá íslendskari verkætlan við millum annað at reka eitt skip við brintorku.
Av øðrum útlendskum fyrilestrahaldarum kann millum aðrar nevnast fyrrverandi danski umhvørviðmálaráðharrin, Sven Auken, sum seinnapartin í dag fer at halda fyrilestur um orku- og umhvørvispolitikk í Danmark.
Eftir at Eyðun Elttør, landsstýrismaður, hevði sett stevnuna í gjár, helt Kári Thomsen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, fyrilestur, har hann millum annað tók eitt sindur aftur í søgu felagsins.
Hann nevndi millum annað, at felagið varð stovnað á grækarismessu 1980, og nevndi í hesum sambandi stovnaran og eldsálina, Tormóð Dahl.
Eisini kom Kári Thomsen inn á veðurlagsbroytingar, sum verið hava, síðan farið varð undir at máta veðrið. Hann nevndi millum annað, at í bara í «okkara tíð« er hitalagið broytt, soleiðis at tað nu á norðaru hálvu er meira enn hálvt stig heitari, enn tað var fyri góðari øld síðan.
Sum vera man, verður eisini tosað um el-orku á slíkari ráðstevnu, og fara fleiri av útlendsku fyrilestrahaldarunum at gera tað.
Men eisini føroyingar vita eitt sindur um el-orku, og tí greiddi Klæmint Weihe, stjóri í SEV, frá í fyrilestri, hann helt beint eftir, at Kári Thomsen hevði hildið sín fyrilestur.
Seinni út á dagin skuldu millum aðrar Knud Simonsen, havfrøðingur, og Signar Heinesen, verkfrøðingur, halda fyrilestrar um ávikavist veðurlagsbroytingar og um vindmátingar, sum gjørdar eru.
Fyrilestrarnir, sum hildnir fara at verða um miðja stevnuna, vera í stóran mun rímiliga tekniskir. Talan verður um fakfólk, sum fara at greiða frá verkætlanum og royndum, tey hava gjørt í ymsum londum.
Móti endanum av stevnuni, seinnapartin í dag, fer Håvard Turesen úr Noreg at halda fyrilestur, sum hann nevnir Norðurlendskt umhvørvisarbeiði.
Síðan kemur Sven Auken við sínum fyrilestri um danskan umhvørvispolitikk, og at enda á skránni, klokkan 16.00 í dag, fer Katrin Dahl Jacobsen, løgtingslimur, at halda fyrilestur, sum hon nevnir: Skrá fyri framtíðar orku- og umhvørvispolitikk.