Leggja poti-pinnarnar frá sær leygardagin

Tað er ikk longur grundarlag fyri at halda fram

Landsstýrið broytir nú reglurnar fyri, hvussu vit skulu kanna okkum fyri koronu. Týsdagin koma nýggju reglurnar í gildi og tað merkir, at í høvuðsheitum skulu fólk kanna seg við snarkanningum og skulu sostatt ikki longur á kanningarstøðirnar kring landið at verða potað. Tað verða bara tey, sum føla seg sjúk, sum skulu kannast á sjúkrahúsverkinum, umframt tey, sum eru í húskinum hjá teimum, sum eru smittað – og so eisini tey, har ein snarkanning vísir, at tey hava koronu.

 

Í Vágum hava kommunurnar skipað fyri koronukanningum, men nú mannagongdin er broytt, halda tey ikki, at tað er grundarlag fyri at halda fram við við. Sostatt verða seinastu kanningarnar í Vágum leygardagin og tá leggja tey í Vágum poti-pinnarnar á hillina.

 

Tey siga í einum tíðindskrivi, at nógv fólk hava tikið av tilboðnum um at lata seg kannað í Vágum, tí tað hevur lætt munandi um, at tey hava skulað av oynni seint á kvøldi, ofta við børnum, fyri at lata seg pota í Havn ella aðrastaðni í landinum.

 

Tilsamnast hava tey gjørt einar 12.000 kanningar á støðini í Miðvági. Tey vísa eisini á, at Vágafólk hava verið ófør at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um koppseting, tí heili 91 prosent av vágafólki yvir 12 ár, eru koppsett eina ferð og 89 prosent eru koppsett tvær ferðir.

 

Hinvegin gongur seinn hjá fólki at fáa sær ta triðju sproytuna og tað talið veksur spakiliga. Sum heild eru tað ikki meiri enn góð 43 prosent av føroyingum yvir 12 ár, sum eru koppsett tríggjar ferðir.

 

Men í Vágum eru tey til reiðar at hjálpa til at koppseta fólk fyri koronu. Í august í fjør varð eisini koppsett í Vágum og kommunurnar eru sinnaðar at taka tann táttin upp aftur, men men nú bíða tey eftir svari frá myndugleikunum.