Leggja til brots longu fyrrapartin

Í dag verður farið undir annan triðingin av næstbestu fótbóltsdeildini

Tað plagdi ikki at vera fyrrenn eftir døgurða og ofta nakað út á seinnapartin, at fótbóltsdystirnir í næstbestu deildini vóru. Nú kemur tað meiri enn so fyri, at fyrsta bríksl er lutfalsliga tíðliga á degnum, og soleiðis er tað eisini ídag.

 

Tíggjunda umfar er á skrá, og harvið verður farið undir annan triðingin av kappingini. Fýra dystir eru ídag. Tann fimti – millum ÍF og B71 – er útsettur til mikukvøldið, tí sandoyingar hóskvøldið spældu í steypakappingini.

 

Toppliðið KÍ fær seinnapartin vitjan av HB, sum er á áttanda plássi og skal ansa sær ikki at koma í niðurflytingarsuppuna. KÍ hevur 25 stig, og HB hevur seks stig.

 

B68, sum er á uppflytingarplássi, fær seinnapartin vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Tá ið hesi bæði liðini hittust í Sarpugerði 18. mars, vann Víkingur stórsigur – 5-1. Seinastu ferðirnar hevur tað ikki hilnast væl hjá Víkingi, sum í fimm teimum seinastu umførunum bara hevur vunnið eitt stig. Fýra ferðir hevur talan verið um tap við einum máli.

 

Klokkan 12.45 verður botndystur á Skála. Suðringar eru aftast við tveimum stigum, og Skála er næstaftast við seks stigum. Tá ið liðini hittust í øðrum umfari í Trongisvági, vann Skála 5-1.

 

Við 3-1 heimasigri ímóti HB lyfti Giza Hoyvík seg fyri viku síðani uppum niðurflytingarstrikuna. Í morgun eru teir í Giza Hoyvík á veg úr høvuðsstaðnum og til Runavíkar, har fyrsta bríksl við Løkin verður longu klokkan 11.30. NSÍ er á triðja plássi við 20 stigum, meðan Giza Hoyvík er á sjeynda plássi við átta stigum.

 

Ídag

KÍ – HB: Rani A. Skaalum kl. 15.15

NSÍ – Giza Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 11.30

B68 – Víkingur: Áron Sofus Vest kl. 14.00

Skála – Suðringar: Janus Fossdalsá kl. 12.45

Mikudagin

ÍF – B71: Rúni Olsen kl. 18.30

 

9

8

1

0

27

6

25

B68

9

7

0

2

25

13

21

NSÍ

9

6

2

1

22

10

20

ÍF

9

5

2

2

28

15

17

B71

9

5

0

4

17

18

15

Víkingur

9

3

1

5

15

17

10

Giza Hoyvík

9

2

2

5

10

15

8

HB

9

2

0

7

12

14

6

Skála

9

2

0

7

11

17

6

Suðringar

9

0

2

7

8

50

2