René Shaki Joensen og Vendsyssel fáa væntandi nýggjar eigarar í næstum. Felagið hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum - í løtuni.
Vendsyssel, sum í fleiri mátar hevur verið eitt føroyingafelag seinnu árini, fær sambært lokalum miðlum nýggjar íleggjarar. Tað sigur formaðurin í felagnum, Søren Nørgaard Sørensen. Sambært bold.dk, so er avtalan millum íleggjararnar og Vendsyssel á gáttini at blíva gjørd.
Ein broyting er, at Erik Rasmussen væntandi verður nýggjur í felagnum. Hann er fyrrverandi venjari hjá FC Midtjylland og AGF. Somuleiðis hevur hann verið at sæð sum fótbóltsviðmerkjari í donskum sjónvarpi. Sum skilst, so skal hava ráðgevandi leiklut í felagnum.
Vendsyssel hevur í løtuni tríggjar føroyingar í hópinum. Teir eru René Shaki Joensen, Hákun Edmundsson og Meinhard E. Olsen. Her skal sigast, at tað tykist sannlíkt, at Hákun Edmundsson verður útleigaður. Hann vandi í gjár við HB.