Umleið 60 pensjónistar vitjaðu inn á gólvið, tá Tilhaldið alment varð tikið í nýtslu hósdagin.
Nú er tað møguleiki hjá øllum, sum hava hug at fáast við okkurt ítriv ella bert t.d. at lesa bløðini, fáa sær ein kaffimunn og prát, at hava eitt stað at fara.
Wanja Petersen er leiðari, og hon hevur henda mánaðin, saman við øðrum, gjørt eina skrá fyri virksemið í Tilhaldinum.
Ætlanin er annars, at pensjónistarnir, so vítt gjørligt, sjálvir skulu gera av og skipa fyri, hvat skal verða á skránni í Tilhaldinum.
Fjøltáttað skrá
Skráin fyri mars mánaða er fjølbroytt og rúgvusmikil, tó at bert 14 dagar eru eftir.
Mánadagin heldur Sverri Egholm fyrilestur og skipað verður seinnapartin fyri gongutúri í Havn. Hava fólk hug at baka, so er tað á skránni týsdagin fyrrapart. Jórun Simonsen heldur fyrilestur um heilsu og ítrótt seinnapartin, og mikudagin verður tjak um navnið Tilhaldið, sum Svenning Tausen skipar fyri.
Hanna Lisberg fer seinnapartin at tosa um, hvussu vit nøra um minnið og Jákup Lindenskov sigur hósdagin frá Avhaldsrørsluni. Hava fólk áhuga fyri teldu, so kallast eitt punkt á skránni seinnapartin ?Telduhugni³ .
Ítriv, spøl og teldur
Annars er ítriv, telving og onnur spøl til at taka í Tilhaldinum, og fólk kunnu læra at leggja kabalu á teldu.
Eisni fær Tilhaldið vitjan av fleiri listafólkum í aðru viku, eitt nú fer Guðrið Poulsen. listakvinna, mikudagin 25. mars at siga frá um leirarbeiðið, sum hon er serliga kend fyri at gera. Michael K. Jacobæus, listamaður, fer hósdagin at siga frá træskurðaarbeiði sínum.
Seinnapartin fer Nanna Skála at tosa um stuðul til heimaframleiðslu.
Fríggjadagin verður opið hús, og tá fer Helena Nattestad eisini at siga frá ferð íKina.
Tilhaldið er opið mánadag til fríggjadag kl. 10- 16.