- Eg helt, at tað ljóðaði spennandi. Vit hava góðar venjarar og vit fáa útbúgving samstundis, so tá eg fekk møguleikan at vera við, tók eg av, sigur Levi Jøkladal.
Hann håeldur, at sjálvt um tað er strævið, so ræður bara um at koma inn í rútmuna, so venist hann við at koyra langa vegin úr Fuglafirði til Havnar.
Tað var ikki heilt av tilvild, at fuglfirðingurin fekk frænir av nýggja fótbóltsflokkinum.
- Eg var og vandi við U17 landsliðnum, tá venjarin segði mær um hendan flokkin, so eg fekk ein faldara við, og meldaði meg so til, sigur Levi Jøkladal.
Hóast talan er um fyrsta skúladag, teknar tað til at blíva so, sum U17 landsliðsleikarin hevði væntað.
- Ja, hetta hevur verið spennandi, og eg gleði meg til at vera við, sigur Levi Jøkladal.
Tímatalvan fer at síggja soleiðis út, at vanlig skúlagongd verður um morgunin, síðani verður vant fyrrapart og so aftur skúlagongd eftir døgurða.
- Tað haldi eg er fínasta slag, og vit fáa matpakka aftaná. So tað passar væl til, sigur Levi Jøkladal.
Hóast ætlanin er at koyra ímillum hvønn dag, so kemur hann kortini ikki í neyð, skuldi tað onkran dag ikki verið koyrandi.
- Eg havi familju, sum eg kann fara til, skuldi tað blivið illveður. Men annars fari eg at koyra ímillum hvønn morgun og hvørt kvøld, sigur Levi Jøkladal, sum gleðir seg til hetta royndarárið.