Lego Vinir til Noregs

Leygardagin verður stóra skandi­naviska finalan í First Lego League. Føroysku final­una vunnu Lego Vinir úr skúl­anum við Løkin í Runavík. Við sigrinum vunnu teir sam­stundis rættin at luttaka í skandinavisku finaluni. Og teir eru til reiðar! Líka síðani teir vunnu føroysku finaluna 10. novembur hava teir arbeitt mið­víst og málrættað við upp­gávunum, sum hoyra kapp­ingini til.
Útgangsstøðið er gott. Í robotkappingini fingu teir næst besta úrslitið í øllum norðanlondum. Tí er tað fyrst og fremst í robotkappingini, at teir kunnu gera seg galdandi.
Í ástøðiliga partinum hava Lego Vinir fingist við eitt teldu­forrit, har teir royna at hjálpa eldri fólki at brúka teldu. Teir leggja lag á at brúka Skype, Facebook og Google Chrome. Ætlanin er at víðka forritið til eisini at fevna um Netbankan, Picasa o.o.
Lego Vinir hava eisini roynt at selt vøruna. Teir hava verið á einum kvøldskúlaholdið og roynt forritið av. Tað gekst sera væl, og teir fingu viðmæli bæði frá læraranum og teimum eldru brúkarunum.
Ferðalagið við Lego Vinum fer úr Vágunum hósmorgunin og kemur aftur sunnudagin. Vónandi við einum góðum úrsliti.
Kappingin kann streamast á heimasíðuni hjá Lego Vinum, www.lego-vinir.weebly.com