Legovinir vinna Runavík nógvan heiður

Fyri stuttum vóru Legovinir úr Runavík í Grikkalandi, fyri at leggja grikskum ungfólkum lag á

Legovinir hava saman við læraranum, Dan Lamhauge hava veruliga sett skúlan við Løkin á kortið.

 

Umframt at hava vunnið nógv steyp, og nógvan heiður her á landi, so hava Legovinir eisini gjørt jaliga vart við seg uttanlands.

 

Dan Lamhauge lærari fegnast um, at ein fyrispurningur kom úr Grikkalandi at fáa Legovinir til Grikkalands, fyri at leggja grikskum næmingum lag á. Grikkar skuldu rinda fyri uppihaldið, meðan Legovinir máttu rinda fyri ferðina. Dan greiðir frá, at tað var stórt at fáa eini telefonboð frá mentamálaráðnum tollaksmessudag um, at mentamálaráðið hevði játtað teimum pening til ferðina. 

 

Tað gekk væl hjá Legovinum at hava framløgur á enskum niðri í Grikkalandi, og at leggja grikkum lag á. Grikkar fara nú eisini at taka lut í First Lego League.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Dan Lamhauge í sendingini hjá Rás2 úr Runavíkar kommunu seinnapartin.