17 ára gamli havnardrongurin, sum í seinastu viku varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar, skuldsettur fyri 69 lógarbrot, hevur sambært politinum gjørt meira enn so.
Politiið eru nú komið upp á 101 lógarbrot, sum teir halda drongin vera sekan í.
Tað eru størri og smærri stuldar, ofta pengar, og upphæddirnar eru bæði nakrar hundrað og nakrar túsund krónur í hvørjum føri. Útvarpstól, sjónvarpstól o.a.er hann eisini skuldsettur fyri at hava tikið.
Tað er sera sjáldsamt, at fólk undir 18 ár verða varðhaldsfongslað, men tað varð gjørt í hesum førinum, tí lógabrotini vóru so nógv og umfatandi, og tí politiið hevði illgrunað til aðrar samsekar.
Síðan hesin ungi maðurin varð varðhaldsfongslaður í seinastu viku, hevur politiið tikið aðrar ungar dreingir, sum eisini eru skuldsettir fyri innbrot, og aðrir aftrat verða tiknir, sigur kriminalpolitiið.