Legubál á Akursmørk í Klaksvík

Undir herrópinum: »Einaferð skóti – altíð skóti« varð boðoð til legubál á Akursmørk í Klaksvík í gjárkvøldið – hetta sum partur av »Summarvikuni«, ið er upphiting til Summarfestivalin.

 

Gamlir skótar bjóðaðu øllum at vera vælkomin til legubál á Akursmørk. Kring legubálið vórðu sungnir góðir og kendir skótasangir, meðan til bar til at grilla sneiðbreyð afturvið.

 

Flestu gomlu skótarnir møttu eisini upp í gamla skótabúnanum, sum í onkrum føri var tódnaður nakað.

 

– Øll møttu glað upp og tóku til: »Einaferð skóti – altíð skóti!«