Lehnert gevur ljóðinum sjálvsálit

Síðani miðskeiðis í 90?unum hevur Lehnert Kjeldsen livað av at mastrað tónleikaútgávur í Danmark . Lehnert livdi tannáringaárini í Føroyum, og var virkin innan føroyska tónleikin. Les samrøðuna við áhugaverda mannin, sum heldur enn fegin keypir káplar úr silvuri í strembanini eftir tí rætta ljóðinum

Niclas Johannesen
???????????????????

Eitt bítandi kalt mikukvøld í oktober seti eg kós móti Nørrebro í Keypmannahavn. Skal hitta Lehnert, gamla guitar kammeratin frá Chase døgunum síðst í 80?unum og fyrst í 90?unum. Nógv vatn er runnið í ánni, síðani vit skrivaðu autografar á naknar kvinnubringur á Tvøroyri og vóru ?hot? eina løtu á popparinnar svikaliga palli.
Tankarnir leita 15 ár aftur í tíðina. Og so fram til dagin í dag. Tað hongur onkursvegna saman. At Lehnert nú hevur sína egnu fyritøku, har hann sjálvur mastrar fløgur fyri at kalla allar teir fremstu artistarnar í Danmark og Norðurlondum annars - og rúgvu av føroyskum eisini.
Hann hevur í roynd og veru altíð verið ein feinschmecker. Tann, sum roknaði ljóð út í millidropum og ósjónligum kilohertzum. Lehnert var um nakar maðurin, sum skrúvaði, snerkti og skrúvaði, keypti nýggjar grejir, sendi forstyrkjarar av landinum at viðgerast í Svøríki, inntil ikki meira kundi vindast úr ljóðtvøvuni. Alt í leitanini eftir tí góða ljóðinum. Og soleiðis endaði tað við, at hann ikki at spældi á fyrstu Chase fløguni, tí hansara krøv til egna ljóð vóru á heilt øðrum støði enn tað, vit putlaðu okkum fram til aftan á arbeiðstíð. Lehnert var farin og bólkurin fekk eina turbulenta innflúgving niður aftur á jørðini. Men tað er ein onnur søga.
Hóast nógv vatn er runnið í ánni síðani, so merkir hetta ikki, at Lehnert er vorðin linari í kongunum, tá tað um ljóð ræður.
Plátu heldur enn fløgu
"Ongar hálvloysnir!" - "Líkamikið hvat!", sigur Lehnert, "tað er mín tankagongd". Ja, treytaleysur í síni leitan eftir tí góða ljóðinum er hann framvegis, vísir tað seg, nú eg loksins eri komin upp gjøgnum trappurnar til íbúðina, har hann býr og arbeiðir í hesum døgum.
Røtt man kósin vera, tí seinastu mongu árini hevur hann livað av tí burturav.
Á borðinum í íbúðini á 6. hædd á Nørrebro liggur seinasta fløgan við Daniel Lanois, "Shine". Lanois er produsari, høgt í metum. Serliga kendur sum meistarligur ljóðarkitektur (U2, Bob Dylan, Peter Gabriel etc). Men tað er ikki fløguna, hann vil spæla fyri mær. Lehnert hevur nevniliga eisini LP-plátuna. Hetta gamla formatið, sum at kalla hvarv við digitalu kollveltingini, eigur framvegis sínar vinir. Lehnert er plátumaður um ein háls.
"Plátan hevur eina nerv, sum fløgan ikki hevur", sigur Lehnert og filosoferar víðari: "Eg eri samdur við teimum sum siga, at best ljóðandi tónleikurin er gjørdur seinnu helvt í fimtiárunum og so fyrst í 60?unum." Fyri at undirbyggja sín pástand tekur Lehnert fram eina gamla, LP plátu, ið kallast OFF BEAT. Lehnert sigur, at plátan varð funnin á loppumarknaðin fyri 100 krónur. Út rungar tónleikurin, og undirritaði má ásanna, at sjálvt dagsins Lanois á LP hevur hørð odds ímóti sær, nú livespældur bigband tónleikur frá 1962 - upptikin á tvey spor - rungar út í rúmið.
"Ikki, sannheit? Tað ljóðar fantastiskt!"
Og rætt er tað. Ljóðið er sera gott. Kann tað veruliga vera satt? Ljóðaði tað betur fyri 40 árum og milliardum av ljóðtøkni granskaðum krónum síðani? Tá ommur vóru tannáringar og Elvis framvegis hevði sína idealvekt?
"Ja," sigur Lehnert og byrjar síðani at greiða undirritaða frá um gomlu tøkniligu prinsippini mótvegis dagsins. "Í dag snýr tað seg ikki um at tað skal ljóða væl, men hart. Tað snýr seg um, at tónleikurin skal hoyrast aftur í supermarknaðinum, bilinum, útvarpinum. Tí størsti parturin av keyparunum hava ikki stór HI-FI anlegg standandi har heima. Tí kunnu útgávur, sum ljóða sera væl á MTV vera eitt stórt ljóðligt vónbrot, tá tú lurtar í anlegginum har heima", sigur Lehnert.
Alt broyttist miðskeiðis í sekstiárunum, tá transistorar komu ístaðin fyri rør. Lehnert fer víðari, útbyggir sína frágreiðing. Tygara útsendi lurtar, men kann ikki fylgja við. Hetta er ov tekniskt. Men eg eri longu seldur. OFF BEAT undirbyggja sjónarmiðini hjá Lehnert.
4 ára gamal ljóðmaður
Lehnert var bert 4 ára gamalur, tá mamman, Connie, tók hann við sær til musicals, har hon spældi klaver, Í Svøríki. "So plagdi eg at sita og ansa eftir monitorljóðinum. Mær dámdi væl at skrúva og royna at finna út av júst nær alt riggaði", minnist Lehnert."
Sum tannáringur flutti Lehnert til Føroya við mammuni, sum undirvísti í Musikkskúlanum.
Nær byrjaði tú so at hava áhugað fyri mastering?
"Tað byrjaði við, at eg sum tannáringur keypti eitt sovorðið primitivt masteringtól frá TC Electronic, ið kallaðist M5000. Tá var tað sjálvsagt ein stór kollvelting, men í dag kann tað ikki av álvara brúkast til nakað. Men eg uppdagaði, at um eg spældi ymsan tónleik ígjøgnum hetta tólið, skrúvaði eitt sindur, ja so kundi eg við hepnaðari hond fáa endaligar upptøkur at ljóða upp aftur betur. Og hetta er í veruleikanum tað, mastering snýr seg um. At fínpussa liðugt framleiddan og mixaðan tónleik. Um okkurt manglar, bassur, millumtóni, diskantur, ella kanska fylla ella dýbd, ja so er tað her, at ein góð mastering kann gera allan munin."
Lehnert sigur, at hetta hevur verið almenn vitan í hálva øld í USA og Onglandi. Mastering er seinasta liðið, áðrenn tónleikurin endaliga kemur á fløgu. Satt er tað eisini, at um tú hyggur eftir gomglu altjóða útgávum, so verður altíð sagt, hvør hevur mastrað. Ofta ganga somu nøvnini aftur.
Sjálvur hevur Lehnert ein favoritt: "Doug Sax var tann fyrsti sum byrjaði við mastering í USA og hann telist framvegis millum teir allar frægastu. Sjálvur dámar mær eisini sera væl Bernie Grundman. Hann hevur mastrað ótal av útgávum, og eg trúgvi upp á tey somu prinsippini sum hann."
Sjúkur av ljóði
Farnir eru tveir tímar. Lehnert blakar OFF BEAT aftur á plátuspælaran. Vit vilja opinberast aftur og semjast samtundis um, at hesi gomlu grenjini, sum svørja til plátuspælaran og gamlar LP plátur, kanska hava fatur í tí langa endanum. Her hava tey eina sak!
Men ljóð kann eisini bera skaða við sær. Sjálvur mundi Lehnert fingið varandi arbeiðsskaða í fjør, tá hann legðist sjúkur og ikki visti rættiliga, hvat var áfatt. Hann var óarbeiðsførur í útivið eitt hálvt ár. "Hetta var ein ræðulig tíð. Eg royndi at mastra. Men mátti geva upp. Eg bleiv beinleiðis ússaligur av ljóði."
Hvat var tað, sum bilaði?
"Leitast skal heilt aftur til gomlu hølini, sum eg arbeiddi í og tey amboðini, sum vit arbeiddu við. Serliga hátalararnar. Tá eg byrjaði at arbeiða hjá Dandisc (seinni SDC), minnist eg, hvussu troyttur eg altíð var, tá eg kom heim frá arbeiði. Eg var sperdur. Men eg hugsaði ikki um tað. Fólk eru jú ofta troytt aftan á langan arbeiðsdag. Ein dagin hava vit so fingið nýggjar hoytalarar at royndarlurta á. Vit seta teir nýggju hoytalararnar í eina síðu og teir gomlu í hina fyri at meta um munin. Fyrst lura vit eftir teimum nýggju. Tað ljóðar væl, halda vit. Síðani skifta vit yvir í hina síðuna til teir gomlu. Nú hendir okkurt løgið: Eg og samstarvsfelagin hyggja hvør upp á annan. Eg fái rætt og slætt hjartabankan av ljóðinum frá teimum gomlu hoytalarunum. Vit kanna nærri, og tað vísir seg, at hjá báðum okkara fer pulsurin upp. Vit hava í áravís arbeitt við amboðum, sum stressa okkara kropp."
Lehnert gjørdist so ússaligur, at hann seinasta summar fór til læknan. Hann fekk ikki longur arbeitt og læknin sendi hann nú til nærri kanningar. Tað vísti seg, at Lehnert hevði fingið eina virus á balansu-nervina, og hevði hann ikki fingið hjálp til tíðina, so kundi hann havt fingið varandi hoyriskaða. "Men av tí, at eg arbeiði við ljóði dagliga, so slapst undan hesum, virusin bleiv uppdagað áðrenn allur skaðin var hendir."
Hóast ábøtur vóru gjørdar so er tað ikki fyrr enn seinasta árið, at Lehnert av álvara er nøgdur. "Nú byggir alt mítt set-up á gomlu prinsippini frá 50?unum. Eg havi hoytalarar, sum ikki lúgva. Teir siga allan sannleikan, og eg stórtrívist við at sita og mastra. Eg troyttist ikki á sama hátt longur," sigur Lehnert, sum heldur ikki dylir fyri, at sjálvt tann minsti smáluturin kann gera allan munin.
"Ein leidningur á 20 sentimetrar kann oyðileggja alt, um ketan ikki er rætt sett saman." Lehnert er onki hugaður at prátað um, hvussu stórar íløgur hann ger fyri at hava eitt mastering studio, sum lýkur øll góðskukrøv - ikki minst hansara egnu. Bara ein leidningur av rætta slagnum kann fara upp á trýsiffraðar upphæddir.
Rock is power!
Hóast tað nú eru sjey ár síðani Lehnert flutti til Danmarkar, so saknar hann framvegis Føroyar. "Eg eri náttúrumenniskjað burturav. Eg elski náttúruna, og so ta frísku føroysku luftina," Hann er eisini er sera positivur um føroyska tónleikalívið, sum hann upplivir tað úr fjarstøðu.
"Nýggja rákið á altjóða marknaðinum gevur góðar møguleikar fyri uppruna tónleiki. Eisini tí føroyska, ið hevur sín egna dám og ikki líkist so nógv øllum øðrum."
Sjálvur var Lehnert tiðliga í 90?unum millum stigtakararnar í Tórshavn, har ið roynt var at fáa betri venjingarumstøður til tónleikarar, spælistað - ja rætt og slætt betri sømdir. Í dag frøðir tað meg almikið, at fleiri føroysk nøvn vinna fram - eisini uttan fyri Føroyar. Eg minnist, hvussu táverandi stjórin í Norðurlandahúsinum Peter Turtschaninoff, sáli, sló nevan í borðið og rópti út í rúmið: Rock is Power! Haldi, tað sum hendir í Føroyum júst nú er ótrúliga spennandi. Eg gleði meg altíð at fáa tilfar sendandi úr Føroyum."
Farið er um miðnátt. Men áðrenn náttarkuldin sleppur at seta seg í oyruni, skulu vit líka hava eitt sindur av balsam. Plátuspælarin melur. Leidningarnir liggja sum teir skula, og OFF BEAT rungar út í rúmið.
Jú, tað er balsam fyri sálina, tá ið góður tónleikur eisini ljóðar væl. Tað hevði eg forsvorðið, trúði at tað vóru bara vín, whisky og træljóðføri, ið gjørdust betri við árunum. Men nú hevur tann pípan eisini fingið aðrar tónar.
Og soleiðis hevur tað ljóðað leingi í oyrunum hjá mastermanninum Lehnert, sum nú hevur sína egnu fyritøku og skjótt flytir í nýggj hølir mitt í Keypmannahavn...
???????

Hvat er at mastra?
Mastering er eitt gamalt fak, ein týðandi liður í tónleikaframleiðsluni, sum vanligi tónleikalurtarin helst ikki man gevasær stórvegis far um. Millum produsarar, ljóðfólk og tónleikarar verður mastering ofta mett sum tað, ið kann lyfta eina góða produktión upp í hægru luftløgini. Tað gongur soleiðis fyri seg, at tá allur tónleikurin er framleiddur og ljóðblandaður niður á tvey spor, so verður hann koyrdur ígjøgnum eina seinastu gjøgnum tól - compressarar har ymiskar dimensjónir við tónleikinum kunnu fáa eitt síðstu hjálpandi hond á leiðini. Lehnert mastrar eisini øll tónleikasløg - ikki bara popp og rock, men eisini klassiskan tónleik, jazz, heimstónleik osv.
"Av tí, at talan er um seinasta liðin í eini framleiðslu, so er samstundis hetta eitt sera krevjandi og ábyrgdartungt arbeiðið. Tí gongur tað galið, ja so kanst tú vera vísur í, at tað hoyrist aftur á endaligu útgávuni. Tískil krevst, at tú er púra skarpur hvønn einasta dag. Tú mást duga at seta teg inn í allar sjangrir - ikki bara ljóðtekniskt, men eisini tónlistarliga." Við mastering kunnu veikar upptøkur gerast meira kraftfullar. Flatar, eilla kanska linligar, produktiónir kunnu brádliga fáa eina dýbd, sum ikki var har frammanundan. Veik mix kunnu løtu seinni ljóðað feitari. Um rætt verður mastrað, væl at merkja. "Mastering er ikki bara ein spurningur um "bass og diskant". Við teimum tólunum, sum eg havi - sum eitt s.k compressorar/limitarar v.m) kan eg eisini ávirka tann rytmisku kensluna (tíð), uppfatan av nærleika (rúm) og so framvegis."
Lehnert viðgongur, at summar masteringar bera meiri brá av bjargingararbeiði enn aðrar. Lehnert nevnir, at eitt nýggja pro-tools tøknin hevur havt við sær nýggjar ljóðligar avbjóðingar har gamlar dygdir ikki telja á sama hátt, og hesum má eisini takast hædd fyri, tá tú mastrar.
"Tað snýr seg um performance og ljóð. Hetta eru tveir tættir, sum tíverri ikki verður ansað nógv væl eftir í ?fastood? popp ídnaðinum í dag. Sjálvur sóknast Lehnert serliga eftir tónleiki við meiri sál og innihaldi enn tað, sum serliga stóru plátufeløgini geva út og hann heldur, at stóra kreppan í plátuídnaðinum onkursvegna kann venda rákinum til tað betra.
" Í mínum arbeiði royni eg so vítt gjørligt, at undirbyggja tónleikin soleiðis, at tann sálin, sum liggur í tónleikinum kann upplivast so sterkt sum gjørligt. Tú kanst eisini siga, at eg altíð royni at gera tað soleiðis, at tónleikurin røkkur inn til lurtaran - nakað, sum eg haldi er tað mest svikaliga við nógva av tónleikinum, sum verður givin út nú á døgum."