Fyrrverandi sjúkrahúsleiðarin, Jógvan Mørkøre, varð í vár sagdur í starvi, orsakað av, at hann millum annað alment greiddi frá, at ætlaðar sparingar á Landssjúkrahúsinum fóru at merkja hópuppsagnir.
Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum metti, at sjúkrahúsleiðarin í hesum føri hevði verið illoyalur móti politisku skipanini.
Setir spurnartekin
Møguleiki er tó fyri, at uppsøgnin er brot á talufræslið, stovnsleiðarar hava.
Grundlógarnevndin, sum í løtuni fyrireikar eina møguliga grundlóg fyri Føroyar, setir í líknandi dømi spurnartekin við, um slíkt ikki júst er brot á talufræslið, sum er staðfest í donsku grundlógini.
Harafturat staðfestir danski umboðsmaðurin hjá fólkatinginum tað sama í øðrum líknandi máli.
Hetta málið snýr seg um ein læknastjóra, sum hevur úttalað seg um ætlanina at flyta eina deild av sjúkrahúsi hansara til eitt annað sjúkrahús.
Frítt at úttala seg
Í hesum málinum helt umboðsmaðurin, at leiðslan á reiðiliga sjálvstøðugum almennum stovnum, sum til dømis sjúkrahúsum, rættiliga frítt kann úttala seg ? bæði vegna seg sjálva og vegna stovnin.
Kortini helt umboðsmaðurin, at ovasta leiðslan innan heilsuverkið kann geva stovnsleiðaranum boð um, at hann bert skal úttala seg vegna stovnin eftir nærri góðkenning. Slík boð hevði danski læknastjórin ikki fingið, og tað er heldur ikki greitt, at føroyski sjúkrahúsleiðarin hevði fingið líknandi boð.
Hóast umboðsmaðurin í hesum málinum gjørdi greitt, at leiðarar á sjálvstøðugum alemnnum stovnum frítt kunnu úttala seg, mælti hann í hesum málinum kortini til, at slíkir leiðslupersónar nýta talufrælsi sítt vandaliga og við umhugsni.
Umboðsmaðurin vísti eisini á, at bert er, um leiðarar kunna ovastu leiðsluna beinleiðis um tann kritikkin, teir ætla sær at leggja alment fram.
Tá ræður um raðfestingar á tínum øki, hevur tú sum alment starvsfólk serligan rætt at koma til orðanna, staðfestir umboðsmaðurin kortini.
Jákup Mørkøre, tann føroyski sjúkrahúsleiðarin, sum varð sagdur úr starvi, tí útsagnir hansara vórðu mettar at vera illoyalar móti politiska myndugleikanum, hevur kært málið fyri rættin.