Næsta ár skulu veljararnir í teimum tíggju londunum, sum nú hava fingið tilsøgn um limaskap í ES, taka støðu til spurningin á fólkaatkvøðu.
Tann fyrsta fólkaatkvøðan verður í Ungarn. Hon verður tann 12. apríl, og tað er ikki av tilvild, at tað er ungarska fólkið, sum fyrst sleppur at siga sína hugsan um ES. Meiningakanningar hava víst, at nógv tann størsti parturin av ungarska fólkinum taka undir við limaskapinum, og í summum kanningum hevur undirtøkan fyri limaskapi verið heili 80 prosent.
Stjórnirnar í hinum níggju londunum vóna, at úrslitið í Ungarn fer at ávirka fólkið í hinum londunum, og tað fer fyrst at vísa seg í Pólandi, Kekkia og Slovakia, har fólkaatkvøða verður stutt eftir avgerðina í Ungarn. Í Pólandi hava kanningar víst, at 52 prosent taka undir við ES-limaskapinum, og í Slovakia siga 58 prosent ja til ES. Í hinum londunum stendur at kalla á jøvnum millum ja og nei. Minsta undirtøkan fyri limaskapinum er í Estlandi og Letlandi.
Á Malta eru nógv ímóti, at oyggin skal fara upp í ES, sjálvt um tann politiska leiðslan svaraði játtandi á toppfundinum í Keypmannahavn. Stjórnin hevur ikki gjørt av, at nær fólkaatkvøðan verður, men eitt uppskot er at halda hana longu í februar. Eygleiðarar siga, at skuldi fólkið á Malta sagt nei, fer tað neyvan at fáa stórvegis ávirkan á hugburðin í hinum umsøkjaralondunum. Í fyrra lagi er oyggin lítil, og harafturat liggur hon úti í Miðjarðarhavinum langt burturi frá teimum eysturevropeisku londunum.