Í 25 ár hevur Ása Poulsen verið tengd at Landssjúkrahúsinum, men eftir 1. mars er tann tíðin farin. Mánadagin segði hon upp og gongur óvissuni á møti.
- Eg kann ikki liva við umstøðunum, sum eru í dag. Eg havi ikki nakað starv klárt, men eg kann ikki sum leiðari standa modell til støðuna, sum hon er í dag, sigur Ása Poulsen. Hon hevur síðan 2001 verið leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska deplinum.
Sjúkrahús ella røktarheim
Ein av høvuðsorsøkunum til uppsøgnina hjá henni er, at hon hevur ilt við at síggja, hvat deildirnar B6, B7 og B8 skulu nýtast til.
- Tað er spurningurin um hetta er eitt røktarheim ella eitt sjúkrahús. Ein fjórðingur av seingjarplássinum verða nýtt til fólk, sum eru liðug við viðgerðina, og skuldu tí verið partur av røktarøkinum, vísir Ása Poulsen á.
Ov lágt støðið
Av tí at ein fjórðingur av songjarplássunum verða nýtt til fólk, sum eru liðugt viðgjørd er sambært Ásu Poulsen ein álvarligur trupulleiki.
- Hetta hevur sum eina fylgju, at eg og Oddmar Færø, sum er leiðandi læknin á medisinsku deild hava verið noydd at útseta planløgdu viðgerðirnar. Fyribils er tað útsett til í februar, men broytist støðan ikki, so verður tær enn meira útsettar, greiðir Ása Poulsen frá. Í sama viðfangi nevnir hon, at tey royna at halda bráðfeingis viðgerðunum í gongd, men at hetta eisini er trupult, tí so nógvir røktarsjúklingar eru inni.
- Vit verða alla tíðina noydd at flyta fólk út á gongirnar, soleiðis at vit fáa gjørt tað mesta, greiðir Ása Poulsen frá.
Rakar starvsfólkini
Sambært Ásu Poulsen verður tað bara verri og verri at starvast á landssjúkrahúsinum, tí arbeiðsumstøðurnar gerast verri og verri.
- Tað er so tungt at vera um hesi fólkini, sum eru liðugt viðgjørd. Tað ber ikki til, at eitt sjúkrahús blívur við at vera eitt røktarheim, sigur Ása Poulsen. Hon leggur afturat, at hetta eru tung fólk, sum ikki hava nakað annað pláss og tí verða fólk, sum eiga at arbeiða við sjúklingum nýtt til fólk, sum krevja røkt, men ikki viðgerð.
Óvirðiligt fyri fólkini
Hon greiðir eisini frá, at hetta er ein óvirðilig støða og óetisk støða, at frísk fólk verða mett sum sjúklingar.
- Tað ber ikki til, at frísk fólk liggja ímillum sjúk, tí tað hevði ongin gingið við til, sigur Ása Poulsen, sum leggur afturat, at hetta er ein ræðulig støða, sum hevur við sær, at tey sjúku ikki fáa viðgerðina sum krevst.
Barakkin við í málinum
Áðrenn barakkin við Landssjúkrahúsið var endaliga stongd var ein partur av hesum fólkunum, sum vóru liðugt viðgjørd, inni í barakkin. Hetta hevði við sær, at tey ikki lógu millum sjúk fólk, umframt, at tey ikki tóku seingjarpláss á medisinsku deild.
- Bara í dag hava vit átta fólk, sum liggja úti í gongini, tí tað ikki eru stovur. Og í stovunum er alt kroyst saman, so at trý fólk eru á stovum til tvey fólk, harmast Ása Poulsen, sum frá 1. mars ikki longur starvast á Landssjúkrahúsinum.
Politikarar vælkomnir
Hóast Ása Poulsen er á veg av Landssjúkrahúsinum, so vil hon fegin bjóða føroyskum politikarum ein rundtúr á sjúkrahúsinum, soleiðis, at tey leiðandi í landinum síggja, hvussu ring støðan er.
- Tey høvdu heilt víst verið skelkaði, um tey komu út at síggja støðuna, og tí ivist eg um nakar torir, sigur Ása Poulsen.
Roynt hevur verið at fáa fatur á Rósu Samuelsen, Almannamálaráðharra, men hetta eydnaðist ikki, tí hon var á fundi.