Leiðari skal setast hálva tíð

Leiðarin, sum skal standa fyri virkseminum í mentanarhúsinum Atlantis, skal arbeiða hálva tíð

 

Síðst í hesum mánaðinum er freistin fyri at lata umsóknir inn til leiðarastarvið í Atlantis úti. Og beinanvegin aftaná tað ætlar stýrið fyri mentanarhúsið at finna leiðaran millum umsóknirnar.

Leiðarin í Atlantis skal arbeiða hálva tíð, og hann skal taka sær av øllum virkseminum, sum er í húsinum.

Hann skal samskifta við tey, sum Altantis samstarvar við, hann skal saman við einum tøkningi reka biografin, og hann skal taka sær av øðrum tiltøkum, sum verða í húsinum.


Finna pengar

Játtanin frá Klaksvíkar kommunu til Atlantis verður vætnandi hálva millión

? Hetta er bara nóg mikið til at gjalda føstu útreiðslurnar hjá húsinum, og tí má leiðarin eisini skaffa húsinum inntøkur við at hava tiltøk og at leiga hús út til ymiskt, sigur Nikolina Olsen, sum er forkvinna í stýrinum fyri Atlantis.

Nógv hava spurt seg fyri um størvini í Atlantis, men Nikolina Olsen vil einki siga um, hvussu nógv hava søkt størvini sum leiðari og tøkningur enn. Tað vil hon ikki gera, fyrr enn umsóknarfrestin er úti.


Stýrið ræður

Mentanarhúsið Atlanis er nú skipað sum sjálvsognarstovnur, har eitt trímannað stýrið tekur hevur ábyrgdina av húsinum. Tað eru Klaksvíkar kommuna, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassi, sum hava valt fólkini í stýrið.

Umframt formannin Nikolinu Olsen sita Jógvan Ravnsfjall og Súsanna Olsen í stýrinum.

Stýrið hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Sjónleikarfelag um, hvussu Sjónleikarfelagið kann brúka húsið, so at virksemið á pallinum kann samskipast við biograf og onnur mentanarlig tilboð.