Leiðarin í Tórshøll: Hatta var ikki tað sum hendi

Talan var um mangul upp á pli, sigur Hans J. Garðalíð, sum rekur Tórshøll

– Hetta er so aldeilis ikki mín fatan av støðuni!

Soleiðis sigur Hans J. Garðalíð, ið rekur Tórshøll og var barrvørurin, sum seinasta sunnumorgun koyrdi Finn Pihl á dyr.

Hans J. Garðalíð minnist væl hendingina og sigur, at menninir báðir komu upp til barrina. Annar setir honum spurningin, um hvørt samkynd skulu sleppa at ættleiða.

Tað var tó ikki tað, at David hevði ta meiningina, sum hann hevði, sum gjørdi, at hann varð koyrdur út. Heldur var tað atburður hansara, tá hann fekk at vita, at ikki alt var hóskandi kjakevni sunnumorgun.

- Tú mást skilja tað, at hetta er sunnumorgun, og her sita tilkomnir menn, sum kanska ikki allir eru líka væl fyri so tíðliga ein sunnumorgun. Og her koma tveir kátir og harðmæltir menn inn og spyrja meg um hetta her. Eg sigi so við hann "Vælsignaði ungi maður, hetta er ikki hóskandi evni til prát tíðliga sunnumorgun." Mann má kenna tíð og stað og hava eitt sindur av pli, og sunnumorgun er ikki tað rætta tíðspunktið til slíkt, sigur Hans J. Garðalíð.

Hans J vil síðani vera við, at David gavst ikki so, men fór at øsa seg.

- Hann vildi ikki gevast, men fór at kalla meg alt møguligt. Eg haldi, at tað varð orðið "ækil", sum hann brúkti. Eg fann meg ikki í hesum og fór út um barrina eftir honum. Men tá gjørdi hann seg upp til at vera fysiskur, og tá var bara eftir at koyra hann út, sigur hann og leggur aftrat, at tað var hann sjálvur, ið koyrdi hann á dyr.

 

Les eisini: Eg varð koyrdur út fyri mína meining um samkynd

 

 - Eg telji LGBT fólk millum mínar bestu vinir, og havi í fleiri ár havt ótrúliga gott samstarv við tey í LGBT Føroyum. Eg eri ótrúliga harmur um, at støðan varð uppfatað soleiðis, sigur Hans J. Garðalíð at enda.