Leiðin úr aldudalinum verður long

Vit hava megnað at staðið ímóti búskaparliga lágtrýstinum. Men leiðin úr aldudalinum verður helst long, segði løgmaður í nýggjársrøðuni í kvøld Kaj Leo Johannesen segði, at ringasta búskaparkreppan er farin aftur um bak, og at nú fer at ganga ímóti ljósari tíðum.

- Árið hevur verið merkt av búskaparligum rembingum um allan heim. Hesar eru nú um at hasa av. Metingar siga, at gongd kemur aftur á heimsbúskapin komandi ár, og vit kunnu loyva okkum at vænta, at føroyski búskapurin aftur fer at vaksa, segði hann.

- Okkara búskapur er lutfalsliga væl fyri. Vit hava megnað at staðið ímóti búskaparliga lágtrýstinum. Men leiðin úr aldudalinum verður helst long, og vit fara neyvan at uppliva sama bráðvøkstur eins og undanfarin ár.

Kaj Leo Johannesen segði, at tað fer at taka tíð at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur hjá landinum.

- Javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur hjá landshúsarhaldinum. Tí er útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini fyri komandi ár minkaður munandi samanborin við undanfarnu árini. Málið er at fáa javnvág í almenna raksturin innan 3 til 5 ár, segði løgmaður.