BÓKAÚTGÁVA: Tyggi skrykki rumbli kjums-bókin er als ikki ein vanlig bók, men hon minnir kortini um aðrar bøkur, sum bókadeildin hevur givið út, eitt nú bókin við húsinum hjá Malju, har nógvir klaffar av ymsum slag eru at lata upp. Hesaferð er so nógv annað spennandi.
Á forsíðuni er ein tunga, sum líkist og kennist sum ein verulig tunga – og harvið byrjar leiðin gjøgnum sodningarleiðina. Har fáa vit eisini mangt og hvat at vita um, hvussu ferðin byrjar, tá ið tú hevur stungið okkurt leskiligt í munnin. Farið verður ikki fram við mýkindum, men alt verður lagt opið fram um spýtt og slev, um at pissa og prumpa og spýggja.
Á síðsta uppslagnum eru vit á vesinum – alt sum kemur inn skal eisini útaftur – og tí endar ferðin á vesinum, har ferðin gjøgnum sodningarleiðina endar við prumpi og kjumsi og øllum tí, sum hartil hoyrir.
Bókadeild Føroya Lærarafelag sigur um hesa útgávuna, at talan ikki er um eina lívfrøðibók, sum vit kenna frá dagsins skúla, men eina stuttliga lívfrøðibók, sum er um sodningarleiðina.
Bókin er ógvuliga kynstriga sniðgivin. Og sjálvt um hon kanska at síggja til meira at kalla sær út, sum ein tú bara kanst stuttleika tær við, so eru upplýsingarnir í bókini á høgum stigi.
Útgevarin hevur lagt seg eftir at gera eina bók um eitt evni, sum børn mangan sita og suffa uppiyvir, á ein tílíkan hátt, at tú gerst klókari og hevur tað stuttligt samstundis.
Hon er góð hjálp hjá t. d. lærara, sum kann brúka hana í undirvísing, og hon er eisini stuttlig og lærandi at hava heima við hús.
Her verður ikki farið fram við mýkindum, men alt lagt opið fram um spýtt og slev, um at pissa og prumpa og spýggja. Og sjálvandi: tað, sum kemur inn, skal eisini út aftur, so vit enda á vesinum, sitandi á kummuni.
Tá ið vit hava fingið øll tey góðu evnini okkum tørvar, so trýsta vit leivdirna út aftur. Pums!
Beinta Johannesen hevur týtt bókina, sum er ein kleimin og klistrut klaffabók um sodningarleiðina.
Hon kostar 165 kr og er sera væl egnað sum stuttlig jólagáva.