Leiðland gevur nýggjan sang út

Hoyr sangin "Spøkilsi" her

Í dag gevur bólkurin Leiðland næsta staklagið av EPini 'Leiðland' út.

EP'in, sum fer at vera sett saman av fýra løgum, verður at hoyra sum samlað EP í september í ár.

Fyrra staklagið hjá Leiðland ‘Veit Væl At Tú Veit Tað væl’ var framleitt av bólkinum sjálvum. Hetta nýggja lagið ‘Spøkilsi’ er eitt av trimum løgum, ið bólkurin hevur framleitt saman við framleiðaranum Michael Blak. Upptøkurnar vóru gjørdar í aprílmánað í ár í Studio Bloch.

– Meðan koronakreppan var um at vera komin á hægsta støði í landinum, og fólk ræddust at koma hvørjum øðrum nær, valdi Leiðland við atliti at fara í studio, sigur bólkurin í tíðindaskrivi.

– Meðan sjey fólk arbeiddu saman í 5 dagar í næstan totalari avbyrging frá øllum øðrum føroyinigum og restini av heiminum, vóru trý nýggj løg sett í heimin. ‘Spøkilsi’ er eitt av hesum.

‘Spøkilisi’ er eins og tað mesta tilfarið hjá bólkinum skriva og framleitt í samstarvi millum limirnar í bólkinuim, og hetta lagið og tey tvey næstu, ið koma út seinni í ár, eru framleidd av Micheal Blak.

Bólkurin er eisini farin undir at framleiða nýtt tilfar. Hetta tilfarið verður at hoyra, tá Leiðland fer á eina mini-konsertferð í juli í ár.

Bólkurin spælir í Tøting tann 3. juli, í Salt tann 9. Juli og í Tórsgøtu tann 10. juli.

Limir í Leiðland eru Líggjas Olsen, Kristin Nolsøe Bech, Rúni Mouritsen, Vinjar Petersen, Lea Kampmann og Janus Kampmann.

Hoyr "Spøkilsi" her:

##med2##