Leiðslan fylgir bara nevndini

Tað er nevndin, sum hevur stungið út í kortið, og leiðslan fylgir bara boðunum, sigur Ben Arabo, formaður í partafelagsnevndini í Postverki Føroya Postverkið er nú eitt partafelag, og tað merkir, at felagið er ein fyritøka í fríari kapping. Og tað eru virðini, sum starvsfókini skapa, ið verða avgerandi fyri úrslitið á botnlinjuni.

Ben Arabo er formaður í nevndini fyri partafelagnum Postverk Føroya, og hann vísir á, at fyritreytirnar eru avgerandi broyttar frá at felagið var ein almennur stovnur, til støðuna í dag.

- Fyrr kundi leiðslan bara fara til politisku myndugleikarnar, um tað ikki hekk saman fíggjarliga, so varð alt orðnað við einari eykajáttan. Men tað ber sum kunnugt ikki til í dag. Vit kunnu stutt sagt ikki liva við einum undirskoti ? í hvussu er ikki í fleiri ár, sigur Ben Arabo.

Tí er botnlinjan tað avgerandi í øllum málinum. Partafelagsformaðurin sigur, at øll vóru greið um, at broytingar skuldu til, tí tað er alneyðugt hjá fyritøkuni at laga seg til broyttu fyritreytirnar.

- Nevnd og leiðsla hava eitt greitt mál við felagnum, og tað er at gerast førandi flutningsfyritøkan í landinum. Og tað er ein bæði stór og spennandi avbjóðing fyri partafelagsnevnd, leiðslu og starvsfólk, sigur Ben Arabo