Leiðslan kennir ikki trupulleikan á føðideildini

Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, sigur seg einki vita um, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki støðast á føðideildini á Landssjúkrahúsinum Leiðslan á Landssjúkrahúsinum sigur seg einki vita um, at trupulleikar eru við at veita ov tíðliga føddum børnum neyðugu røktina.

-Tað hevur verið ein ávís útskifting av sjúkrarøktarfrøðingum á Føðideildini, men at tær eru vorðnar færri í tali, eri eg ikki kunnaður um, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hann hevur nú biðið um at fáa neyvari upplýsingar um viðgerðina av ov tíðliga føddum børnum. -

Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkraghúsinum, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag, at skulu ov tíðliga fødd børn fáa ta røkt, sum tey hava fyri neyðini í Føroyum, mugu fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fáa upplæring í at ansa teimum. Eisini eigur viðgerðin av sjúkum pinkubørnum at verða løgd undir barnadeildina, heldur hann.