Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ørkymlað

Umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, er ørkymlaður av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010. -Okkara partur á fíggjarlógini fyri 2010 er á sama støði sum í 2009 pluss eina lítla framskriving av lønarútreiðslum, og eg veit longu nú, at tað er ov lítið til at endarnir koma at røkka saman.

Tað sigur Heri Ellingsgaard við Norðlýsið. Hann leggur afturat, at í uppskotinum er einki pláss fyri øktum rakstrarútreiðslum, hóast sjúkrahúsið hevur havt fleiri innleggingar og fleiri kanningar, síðan Norðoyatunnilin lat upp. Harafturat kemur, at útreiðslurnar til heilivág veksa.

Heri Ellingsgaard sigur, at hann er sera ørkymlaður av tølunum, sum eru sett á fíggjarlógina fyri 2010, og skal játtanin halda, verður neyðugt við stórum sparingum, sigur hann.