Leiðslan á Landssjúkrahúsinum fær frið fyri Hans Paula Strøm

Hóast sjúkrarøktarfrøðingar hótta við verkfalli, fer landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki at leggja seg út í ósemjuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið

? Eg fari ikki at leggja meg út í, hvussu leiðslan á Landssjúkrahúsinum leggur arbeiðið til rættis.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer ikki taka politisk stig til at forða leiðsluna á Landssjúkrahúsinum at seta umstríddu umleggingarnar á føðideildini í verk.
Sostatt er tað greitt, at hóast sjúkrarøktarfrøðingarnir taka málið so álvarsliga, at tær hótta við verkfalli, rínur tað ikki við Landsstýrismannin í hesum føri.
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skrivaðu annars landsstýrismanninum bræv í farnu viku, har tað heitti á hann um at bera so í bandi at ætlaðu umleggingarnar ikki verða settar í verk.
Felagið ger púra greitt, at tað fer ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka umleggingarnar og tað fer at taka tey stig, sum eru neyðug at taka fyri at forða fyri, at tær verða settar í verk.
Leiðslan á Landsjúkrshúsinum ætlar at siga nøkrum sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum upp og at lata ljósmøðurnar yvirtaka arbeiðið.
Ljósmøðurnar eru á vakt kortini, men verða bara tilkallaðar, tá ið kvinnur skulu eiga. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil tí hava tær at verða við í vanliga arbeiðnum á føðideildini fyri at fáa meiri nyttu burturúr teimum. Tað fer at kosta átta sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini, starvið.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir siga, at tað er ein krígsavbjóðing at taka røktina frá sjúkrarøktarfrøðingum og leggja hana undir ein annan fakbólk, sum tær siga ikki hevur røktarfrøðiliga útbúgving.

Fer ikki at seta krøv
Men landsstýrismaðurin ger púra greitt, at hann fer ikki at taka stig til at forða fyri, at umleggingarnar verða settar í verk.
? Leiðslan á landssjúkrahúsinum er sett til at leiða og at skipa arbeiðið og tað fari eg ikki at leggja meg út í, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann ger heilt greitt, at tað er ikki uppgávan hjá politiska myndugleikanum at leiða og skipa arbeiðið á Landssjúkrahúsinum. Tí verður tað heldur ikki hann, sum fer at seta krøv til, hvør skal arbeiða hvar á Landssjúkrahúsinum.
Hann vísir á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er mannað bæði við einum sjúkrahústjóra, ein læknastjóra og einum røktarstjóra, so har eru bæði læknafrøðin og sjúkrarøktarfrøðin umboðað í sjálvari leiðsluni.
? Uppgávan hjá leiðsluni er at leggja arbeiðið á landssjúkrahúsinum til rættis, eisini á teimum einstøku deildunum og í hesum føri eru umleggingarnar gjørdar í samráð við depilsdeildirnar á Landssjúkrahúsinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at í hesum førum hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum gjørt nakrar umleggingar á føðideildini og á psykiatrisku deild.
? Leiðslan hevur hvat varhugan av, at stríð kundi fara at taka seg upp um hesar umleggingar og tí hevur hon eisini lagt tær fyri almanna- og heilsumálaráðið og mær sum landsstýrismann.
Hans Pauli Strøm hevur somuleiðis boðað leiðsluni frá, at hann fer ikki at seta seg upp ímóti umleggingunum.
? Eg havi at vita, hvørjar avleiðingar hesar broytingar hava og eg havi boðað frá, at eg fari ikki at seta meg upp ímóti teimum.
? Tað kemur sostatt ikki upp á tal, at politiski myndugleikin fer at leggja seg út í málið?
? Nei, tað fari eg ikki. Eg virði rættin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at leiða og skipa arbeiðið og tað vænti eg eisini, at sjúkrarøktarfrøðingarnir gera.
Hans Pauli Strøm leggur afturat, at hesar umleggingarnar eru als ikki gjørdar í óðum verkum.
? Hetta eru umleggingar , sum er hava verið í umbúna í nógv ár og sum sostatt eru væl og virðiliga gjøgnumhugsaðar.
Hann leggur afturat, at Føroyar eru eitt lítið land og Landssjúkrahúsið hevur avmarkaða játtan og tað mugu vit liva við.
Hann leggur afturat, at talan verður neyvan um, at uppsøgdu sjúkrarøktarfrøingarnir á føðideildini koma at ganga arbeiðsleysir, tí tað er altíð brúk fyri teimum aðrastaðni í húsinum.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir leggja nevniliga dent á, at tað prinsipiella í málinum er, at talan er um at taka eitt røktarøkið og leggja tað uppí hendurnar á einum fakbólki, sum ikki er útbúgvin til tess og at tað kemur ikki undir hugtakið at leiða og skipa arbeiðið?
? Jú, tað er tað. Her er talan um at leggja arbeiðsgongdina um fyri at skilbøta raksturin og størri gagn av tí arbeiðsmegi, sum er til taks og tað er ein leiðsluábyrgd.
? Leiðslan hevur eisini ábyrgdina av, at allar mannagongdir eru fylgdar, tá ið slíkar umleggingar verða gjørdar og mær kunnugt eru tær tað.
? Tí er ikki talan um at nakrar umleggingarnar á føðideildini eru smoygdar niðuryvir høvdið á nøkrum, sigur Hans Pauli Strøm.