Tað beint øvugta er hent hvørja ferð í fleiri ár, og stjórin er stutta tíð eftir setanina farin ella koyrdur frá. Smyril Line minnir tí eftir hondini meira um eitt vinnuligt eksperiment.
Hesaferð hendi tað so aftur – leiðslan ber fram eina nýggja fráboðan: Partaeigararnar skulu frá nú av hava avkast ella vinningsbýtið. Sostatt eru partaeigararnar vorðnir meira aggresivir og hava mist sítt góða tol. Ein av partaeigararunum hevur annars oftani víst á teirra tolna kapital í Smyril Line – hesin kapitalur er nú vaknaður við kaldan dreym.
Tað er trupult at fata, at leiðsla og partaeigarar boða frá einum kravi um størri avkast í einum felag, hvørs støða er eyðkend við fylgjandi:
- Stór úskifting í leiðsluni – vantandi kontinuitetur í rakstri og strategiska arbeiðinum
- Sera vánaligt gjaldføri – felagið hevur við nýggju Nørronu ongantíð klárað at gjalda sínar skyldur til tíðina – kreppuloysnir allan vegin
- Lønsemið í felagnum er sera vánaligt
- Virðið á ferjuni fellur nógv skjótari, enn skuldin verður niðurgoldin
- Ongin fíggjarlig konsolidering.
Felagið hevur sostatt øll tey greiðu eyðkenni, sum eitt felag í avtøku hevur.
Hóast hesa búskaparligu kreppu seta partaeigararnar nú krav um avkast. Bæði leiðsla og partaeigarar hava misskilt teirra uppgávu og áhugamál. Tað, sum má verða altavgerandi er at fáa eitt slíkt felag á rættkjøl, tjena pening og konsolidera felagið fíggjarliga, áðrenn nakað vinningsbýti verður útgoldið. Ein kann spyrja, hví eitt møguligt avlop ikki kann brúkast at menna felagið í hørðu kappingini. Við hesum krevja partaeigararnir peningin úr einum felag, sum er við til at steðga neyðugu menningini av felagnum. Ein kann spyrja seg sjálvan, hví leiðsla og partaeigarar ikki settu somu hørðu krøvuni í bestu búskaparligu tíðum, men gera tað nú við búskaparligari stagnatión og niðurgongd.
Um so er, at felagið er í búskaparligari kreppu, so máa henda gongdin vendast fyrst ella fer felagið á heysin, og onki avkast verður til partarnarnar. Partaeigararnir kunnu ikki royta hárið av einum berskøllutum.
Tað er greitt, at leiðsla og partaeigarar eru í panikk og hava í allari neyðini fráboðað ein slíkan popputan og órealistiskan boðskap. Teir áttu heldur at hugsað seg um, tá teir settu kapital í felagið. Vit kundu hugsað okkum ein annan vinkul: enn tað at krevja avkast – hvat skal til fyri, at fleiri íleggjarar skulu seta pening í fyritøkuna. Nýggir íleggjarar seta bara pening í fyritøkuna, um teir hava álit á leiðsluni ella trúgva uppá, at virksemi í fyritøkuni fer at geva avkast. Í løtuni eru tað ongir íleggjarar, sum hava áhuga fyri Smyril Line sum íløguobjekt, og hvussu kunnu so verandi partaeigarar krevja avkast við sera vánaliga búskaparliga útgangsstøðinum í fyritøkuni.