Miðskeiðis í 2. hálvleiki er leiðslan hjá EB/Streymi ímóti B71 2-0.
Málskjútti var Levi Hanssen. Hann var fyrstur á returbólti, eftir skotroynd úr vinstru frá Sorin Anghel.
Ferðin er eitt sindur hægri nú, enn hon var í 1. hálvleiki, og alt bendir á, at EB/Streymur fer at fáa fulla úrtøku.