Leiðarar hava rætt til førleikaviðbót

Forkvinnan í pedagogfelagnum fegnast um jólagávuna, nú Fasti Gerðarætturin gav felagnum viðhald í kravi móti Tórshavnar kommunu

Pedagogfelagið og seks stovnsleiðarar hjá Tórshavnar Kommunu fingu í dag viðhald í, at teir hava rætt til førleikaviðbót. Hetta staðfesti Fasti Gerðarrætturin.

Tað merkir eisini, at stovnsleiðararnir afturút fáa goldið viðbøturnar, sum kommunan av órøttum strikaði.

Øll seks hava rætt til hægstu førleikaviðbótina, sum er 1.250 krónur um mánaðin. Tveir teirra, sum ongantíð fingu viðbót, men sambært úrskurðinum skuldu havt fingið hana longu 1. august 2009, eiga tískil førleikaviðbót í 65 mánaðir hvør til góðar. Hini fýra, sum mistu viðbótina í fjør heyst, eiga víðbót í 15 mánaðir hvør til góðar.

Tað var Føroya Pedagogfelag, sum vegna stovnsleiðararnar hevði stevnt sáttmálamótpartin, KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið) í Fasta Gerðarrætt við kravi um, at Tórshavnar Kommuna helt sínar skyldur viðvíkjandi førleikaviðbótunum.

- Eg eri ógvuliga fegin, hetta var ein sera góð jólagáva at fáa, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, við heimasíðuna hjá felagnum.

- Eg havi verið nervøs, tí vit hava fyrr sæð, at tað hevur eydnast almennu arbeiðsgevarunum at taka vunnin rættindi frá okkara stovnsleiðarum. Og sjálvt um málið tyktiskt púra upplagt, so ber jú ongantíð til at garantera úrslitið av einum máli, tá tað skal gerast av í rættinum ella í gerðarrættinum, Maud Wang Hansen.

Málið snýr seg um fýra stovnsleiðarar, sum høvdu fingið játtað førleikaviðbót, men mistu hana aftur, og tveir, sum fingu noktandi svar frá Tórshavnar Kommunu, hóast umsitingin hevði mælt til, at teir fingu førleikaviðbót.