Leiðreglur fram um tryggleika?

Fyri fýra mánaðum síðani fann ein ung kvinna ein knykil í sínum høgra brósti. Hon fór til kommunulæknan, ið staðfesti, at unga kvinnan átti at farið til víðari kanningar á Landssjúkrahúsinum. Hon fekk eina ávísing til mammografi á Landssjúkrahúsinum, og sjálvsagt var hetta nakað, ið fekk hana at stúra um framtíðina. Hon hevur jú hoyrt nógvar søgur um vanlagnur hjá kvinnum, ið eru komnar illa fyri, tí at krabbin varð funnin ov seint.

 

Næsti liður í tilgongdini átti sjálvsagt at verið, at knykilin varð kannaður við eini mammografi - eins og læknin mældi til - so kvinnan kundi fáa antin váttað ella avváttað, um talan var um nakað álvarsamt. Hetta hendi tó ikki. Kvinnan fekk boð frá Landssjúkrahúsinum, at hon kundi ikki sleppa til kanningar, tí at hon ikki lýkur treytirnar í nýggju leiðreglunum fyri, hvør kann sleppa til mammografi. Kvinnan fór enn eina ferð til læknan, ið enn eina ferð gav henni ávísing til mammografi á Landssjúkrahúsinum, har hon enn eina ferð varð avvíst - aftur vegna hesar leiðreglur!

 

Henda frásøgn varð í kvøld at hoyra í útvarpstíðindunum. Kvinnan sjálv valdi at standa fram fyri at varpa ljós á henda trupulleika, ið helst nógvar aðrar kvinnur eisini standa við.

 

Alt hetta kundi sjálvsagt verið eindømi um kvinnu, ið bar ótta uttan orsøk; men tá tað ferð eftir ferð hoyrast frásagnir um somu viðferð, ber tað brá av, at onkustaðni í systeminum verður spælt við menniskjalív. Tilvitað ella ótilvitað.

 

Um so er, at tað enn einaferð eru sparingar, ið eiga ábyrgdina, so er hetta ein politiskur spurningur. Spurdur um trupulleikan svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, at “støðan kann ikki vera so ring, sum boðað verður frá”. Útsøgnin talar fyri seg, landsstýrismaðurin veit eyðsæð betur enn teir kommunulæknar, ið geva ávísingar til kanningar á Landssjúkrahúsinum fleiri ferðir upp í saman.

 

Tað er IKKI okay, at kvinnur skulu noyðast at standa fram í miðlunum fyri at verða hoyrdar, tá heilsan er uppá spæl.

Tað er IKKI okay, at landsstýrismaðurin forsmáar tað at 200 kvinnur standa á bíðilista til mammografi.

Tað er IKKI okay, at vit í einum vælferðarsamfelagi skulu seta heilsuna hjá hvørki kvinnum ella monnum uppá spæl.


Tað rættasta hevði verið, um fakfólk innan heilsuøkið fingu høvi at gera nýggjar leiðreglur fyri fyribyrgjandi og kannandi tænastur, ið tað almenna eigur at bjóða. Hesi somu fakfólk hava í fleiri syftum roynt at varpa ljós á fyrimunirnir við at vera í góðari tíð, tá ið talan er um øll sløg av krabba, og serliga hevur verið nógv frammi um bróstkrabba og prostata krabba. Í staðin fyri at tráa eftir javnvág á fíggjarlógini við fyrilitarleysum sparingum kundi verið miðjað móti javnvág á fíggjarlógini í kraft av teimum pengunum, ið høvdu verið spardir við at arbeiða meira fyribyrgjandi, so minni viðgerð hevði verið neyðug. Ein króna í fyribyrging sparir tvær krónur í viðgerð.