Rólant Waag Dam
Leif Sørensen er maðurin fram um onnur, sum hevur uppbygt KOKS. Fína matstovan á Hotel Føroyum lat upp í 2010 og Leif Sørensen hevur stýrt øllum, sum hendi har. Hann hevur ment hugskotið handan matstovuna, verið køksleiðari, arbeitt í køkinum, bílagt vín og havt ábyrgdina av tí, sum hendir á gólvinum.
Sambært Leif Sørensen er tað samstarvstrupulleikar, sum eru orsøkin til, at hann nú er givin á KOKS.
Samstarvstrupulleikar við hvønn?
– Samstarvið við stjóran riggaði ikki, sum tað skuldi, sigur Leif Sørensen.
Tað er Johannes Jensen, sum er stjóri á Hotel Føroyum, har matstovan KOKS er.
- Ja, tað er undarligt, at eg ikki skal vera við har meira. Men KOKS hevur allar fortreytir fyri at eydnast, sigur Leif Sørensen.
– Eg eri sera góður við konseptið KOKS. Og vit kundu verið komin nógv longur, enn vit eru komin til nú, heldur Leif Sørensen, sum hevur brúkt sera nógva orku upp á matstovuna.
– Tá eg ikki havi verið á KOKS ella arbeitt við KOKS, so havi eg sovið og droymt um KOKS. Men eg kann ikki siga annað nú, enn farvæl tryggleiki og vælkomin frælsi, sigur Leif Sørensen.
Hann sigur seg ikki hava nakað ítøkiligt tilboð á hondini, nú hann ikki er á KOKS longur.
– Mítt pappír er púra blankt í dag. Eg hugsi, at eg fari at slappa av í ein mánað, áðrenn eg fari at finna út av, hvat so kemur at henda, sigur Leif Sørensen.
Sambært Leif Sørensen er longu ein avloysari funnin fyri hann á KOKS. Hann veit ikki, hvør tað verður, men hann sigur seg vóna, at tað verður onkur, sum frammanundan er knýttur at KOKS.
– So fáa tey varðveitt góða andan, sum er kring konseptið, sigur Leif Sørensen.
Á KOKS starvast 14 fólk, har av átta fólk í køkinum. Matstovan vann í fjør Årets Bo&Spis hjá Den Danske Spiseguide.
Vit royndu at fáa fatur á Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum, áðrenn blaðið fór til prentingar, men hann var ikki at hitta. Men við Portalin segði hann seg ikki hava viðmerkingar, tí talan var um eitt starvsfólkamál.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum Leif Sørensen segði við in.fo og Sosialin, uttan tað, at Hotel Føroyar samtakið hevur boðið Leif Sørensen samstarv í framtíðini, um hann fer í gongd við onkra gastronomiska verkætlan.