Leif skoraði seks mál

EB/Streyma veteranurin syrgdi ímóti KÍ fyri, at tað eftir øllum at døma verður gull við Márgáir

Fyrsti landskappingardysturin í 25. umfari í næstbestu deildini var í kvøld við Margáir, har EB/Streymur vann 8-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.

Hetta var triðja ferðin í ár, at EB/Streymur vann við sjey málum, og hetta var størsta tapið, sum KÍ hevur lagt rygg til í ár.

 

Stóri maðurin við Margáir í kvøld var veteranurin Leif Niclasen. Hann skoraði seks mál. Í fyrra hálvleiki skoraði hann tvey mál – tað fyrra í áttanda og tað seinna í 41. minutti. Tríggjar minuttir eftir steðgin staðfesti hann hattrikkið.

 

Tjúgu minuttir fyri leiklok minkaði Helgi Simonsen um munin, men so gekk skjótt, og málini skolaðu ígjøgnum hjá KÍ. Í eitt korter skoraði EB/Streymur fimm mál: innskifti Niklas T. Kruse skoraði tvær ferðir, og Leif Niclasen skoraði  tríggjar ferðir aftrat.

Tølini siga, at EB/Streymur í ár hevur havt gott tak á KÍ. Við Margáir hevur KÍ lagt rygg til 5-0 og 8-1 tap, og fyrr í summar fór EB/Streymur úr Klaksvík við 6-1 sigri. Ella samantalt níggju stig og 19-2 í málmuni!

 

Stórsigurin í kvøld ber við sær, at tað mest sum er greitt, at EB/Streymur hevur vunnið fyrstu deild. Tað eru átta stig og væl betri málmunur aftur til 07 Vestur, sum eigur tríggjar dystir eftir í ár. Tann fyrsti verður á útivølli í Leirvík seinnapartin í morgin, tá ið Víkingur verður vertur.

 

Í kvøld

EB/Streymur-KÍ 8-1 (2-0)

Í morgin

Víkingur-07 Vestur

HB-B71

Giza Hoyvík-AB

FC Suðuroy-NSÍ

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50