Tað er spennandi bygging, sum í løtuni fer fram á Óðinshædd í Havn, har Bústaðir byggir 22 íbúðir.
Íbúðirnar eru ætlaðar øllum og verða tí ymiskar í stødd og sniði. Støddin er frá 54 m2 til 86m2, og væntaður leiguprísur er frá kr. 4.000 – 6.000 um mðr.
Á Óðinshædd er náttúruvakurt, og úr íbúðunum verður sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Íbúðirnar hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti og orkunýtslan verður lág. Arkitektinum hevur eisini hepnast væl at skapa eitt hugnaligt íbúðarumhvørvi.
Eg gleðist serliga nógv um hesa bygging, tí hetta er úrslit av drúgvum arbeiði, har eg sum forkvinna í sosialu nevnd í undanfarna býráð strongdi á at fáa fleiri leiguíbúðir í Havn. Nú er næstan komið á mál við hesi verkætlan, tí hesar íbúðirnar skulu eftir ætlan verða lidnar á heystið 2016.
Hetta er tó bert fyrsta stigið. Vit skulu hava nógv fleiri leiguíbúðir í Havn bæði til yngri og eldri, til støk sum familjur. Bústaðir arbeiðir við fleiri verkætlanum bæði saman við kommunum og Almannaverkinum. Tær eru neyðugar, tí ein hóskandi bústaður saman við góðum trivnaðartilboðum gevur framburð og lívsgóðsku.
Eitt nú hugsi eg um tey eldru, og mítt stóra mál er at fáa til vega munandi fleiri leiguíbúðir ætlað eldru borgarunum, sum ikki longur megna teirra sethús og enn hava førleika til at búgva í egnum heimi.
Síggi fyri mær ein íbúðardepil, har heimatænasta er knýtt at, ella sum ein bygningspartur av røktarheimi. Flestu av íbúðunum á Óðinshædd eru eisini væl egnaðar til eldri fólk, tað gleðist eg eisini um.
Í sambandi við fyrireiking og bygging av leiguíbúðum hevur stór orka verið løgd í at fáa ein so lágan leiguprís sum gjørligt. Tað er tó ein sannroynd, at bygging er dýr, eisini hjá Bústøðum, og tí er sera trupult at fáa leiguprísirnar niður á ynskiligt støði.
Her eiga allar kreftir til verka at finna loysn. Kommunurnar hava fingið loyvi at selja grundøki og bygningar bíliga til Bústaðir, og Bústaðir sleppur eina tíð enn undan
mvg, men tá hetta heldur ikki fær leiguprísirnar niður, so kundi ein skipan við íbúðarstuðli kanska verið ein loysn.
Tí vil eg eisini heita á samgonguna í løgtinginum um at stuðla undir arbeiðið hjá Bústøðum, so til ber at fáa tær bíligu leiguíbúðirnar, sum ætlanin jú var.
Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð