Tað er Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum leggur uppskotið um leigulóggávu fyri tingið. Uppskotið er partur av umfatandi bústaðarpakkanum, sum ætlanin eisini er at fáa samtyktan í hesum valskeiðinum.
Grund er til at halda, at stórur partur av leigumarknaðinum í dag er ein “gráur” marknaður. Við lógaruppskotinum eru ásetingar um rættindi og skyldur hjá báðum pørtum í einari leiguavtalu. Ásetingar eru um depositum, uppsøgn og hvør skal rinda umvælingar og ábøtur. Galdandi lóggáva hevur ikki reglur um, hvørji minstu krøv eru til eitt leigumál, tá talan er um brunatrygd og byggitreytir. Í lógaruppskotinum verður hetta regulerað.
Í grein eitt í uppskotinum um leigulóg stendur, at endamálið er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara, at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta minstukrøv til leiguavtalur.
Óbrótt í 67 ár
Higartil hevur bert Tórshavnar kommuna verið umfata av einum eiti av einari leigulóggávu, sum hevur verið stórt sæð óbroytt síðani 1940. Restin av landinum hevur onga lóggávu havt at halda seg til. Í lógaruppskotinum sigur landsstýrismaðurin, at lógin er ótíðarhóskandi, og við mongu leigumálum á marknaðinum í dag, er tørvur á eini nýggjari leigulóg, sum samstundis skal galda fyri allar Føroyar.
Leigarin veikari partur
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, tað í høvuðsheitum tryggjar leigaran, ið er veikari parturin á leigumarknaðinum.
Øll leigumál skulu brúka sama leigusáttmála. Hetta verður gjørt fyri at tryggja leigara móti órímiligum avtalum. Kortini hevur leigusáttmálin við sær, at partarnir sínámillum kunnu avtala annað, men skulu lúka nøkur minstukrøv.
Lættari hjá privatum
Við lógaruppskotinum verður tryggjað, at ein útleigari ikki kann siga einum leigara upp, uttan uppsagnarfreist. Hendan freist er býtt upp, alt eftir um talan er um vinnuligar ella privatar útleigarar. Vinnuligi útleigarin kann bert siga leigumálið upp eftir ávísum treytum. Somu treytir verða ikki settar privatum útleigarum.
Orsøkin til, at landsstýrismaðurin hevur valt at skyna millum vinnuligar og privatar útleigarar er, at tað skal vera rímiliga lætt hjá privatum útleigara at siga upp leigumálið. Verður tað ov trupult, er vandi fyri, at fólk halda seg aftur, og tá verður politiska siktið um at økja um tøka bústaðarútboðið ikki rokkið.
Mark fyri depositum
Núverandi lóggáva hevur ikki ásetingar um, hvussu stórt eitt depositum kann vera. Við lógaruppskotinum er mark sett fyri, at hetta gjald í mesta lagi skal samsvara við leigu í 3 mánaðir.
Skulu lúka minstukrøv
Við núverandi støðu kann leigunevndin ikki seta nøkur krøv til útleigara um, í hvørjum standi tað útleigaða skal vera í. Hetta er óheppið, tí vandi kann vera fyri, at høli og rúm verða útleigað, sum ikki lúka treytirnar, ið eitt nútímans samfelag setir til íbúðir.
Fyri at fyribyrgja ósemjum um, hvørjum standi eitt leigumál er í, hevur lógaruppskotið áseting um, at tá flutt verður inn, skal gerast ein innflytingarfrágreiðing. Frágreiðingin er grundarlag fyri sýni, ið verður gjørt, tá flutt verður út.
Møguleiki er eisini fyri, at íbúðin ikki lýkur tey minstukrøv, sum galdandi lóggáva setir til trygd og tílíkt í íbúðum. Fyri at bøta um hetta, er ein áseting í lógaruppskotinum um, at leigumálið skal lúka minstukrøv um byggitreytir og brunatrygd sambært galdandi lógum.
Tríggjar mánaðir skotbrá
Sum nú er, hevur leigarin onga rættartrygd í mun til hækking av leigu ella uppsøgn. Lógaruppskotið hevur áseting um, at leigari skal hava skrivliga fráboðan um, at leigan hækkar. Hetta skal fráboðast minst tríggjar mánaðir frammanundan. Á henda hátt hevur leigari tíð at siga leigumálið upp, um ósemja er um hækking. Sostatt kunnu leigarar ikki verða uppsagdir við stuttum skotbrái og rættartrygdin á leigumarknaðinum er vorðin greiðari fyri leigara.
Ikki vinnuligt virksemi
Nýggja leigulógin fevnir um útleigan av bústaði har fólk búgva. Í mun til núverandi lóg, sum umframt vanliga leigu, eisini fevnir um útleigan til vinnuligt virksemi, fevnir lógaruppskotið ikki um hesi leigumál. Leigulógin eigur ikki at fevna um tílík leigumál, tí tað ikki verður mett neyðugt, at vinnuligir partar á sama hátt nýtast at verða vardir við eini lóg um leigu av privatum bústøðum. Talan er aloftast um tveir eins sterkar partar, og tískil kann vanligur obligasjónsrættur vera galdandi á hesum øki, til serstøk lóg verður samtykt hesum viðvíkjandi.