- Nú er arbeiðið við nýggjum havnarlagi í Søldarfirði komið so mikið langt, at umboð fyri Effo og Runavíkar kommunu í farnu viku kundu skriva undir leigusáttmála undir økinum, har orkufelagið Effo nú fyrireikar at byggja ein nýggjan orkudepil.
Hetta siga tey í Runavíkar kommunu, og lagt verður aftrat, at søgan um orku og Søldarfjørð og tey feløg, sum hava virkað í økinum kring um gomlu oljutangarnar síðan seinna heimskríggj, er serstøk.
- Rákin av stríðið, heimsstríði, angar úr kringumstøðunum. Bretski herflotin valdi sær frá krígsbyrjan Skálafjørðin sum høvuðsstøð í Føroyum, og Søldarfjørður gjørdist á mangan hátt ein miðstøð.
Víst verður á, at í 1942 sóust bretar við mátistokkum í gerðinum hjá Peturi úti á Bø, og longu í september í 1943 vóru teir saman við føroyskum arbeiðsmonnum lidnir at byggja teir ikonisku tangarnar, har brennievni skuldi goymast til herskipini.
- Eftir at teir sameindu høvdu vunnið heimsstríðið, fóru bretar av landinum aftur, og meginstøðin á landi í Søldarfirði gjørdist ogn hjá Føroya løgtingi, og tað er hon framvegis.
Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at meginpartin av tíðini síðan hevur virksemi verið í økinum.
- Stutt eftir kríggið leigaði Føroya Oljusøla hjá Esmari Fuglø tangarnar. Sigurd Berghamar stjórnaði felagnum, meðan Esmar var trolaraskipari, og í 1949 keypti Esso felagið, og Esmar gjørdist tá stjóri.
- Honum á baki kom strandingurin, Jákup Kass. Dagligur leiðari í Søldarfirði var Dánial Hansen – sum bara gekk undir navninum Esso-Dánial.
Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður víst á, at eitt kuriosum er tað, at hesa tíðina læt Esso nýbygningin, Esso Søldarfjørð, smíða í Týsklandi.
- Hann sigldi í mong ár innanoyggja, og tá skipið var blivið ov lítið, lótu teir Esso Føroyar smíða á Tórshavnar Skipasmiðju til sama endamál.
Sagt verður, at seinri keypti Statoil virksemið hjá Esso í Føroyum, og í nakað nógv ár hevur føroyska orkufelagið Effo nú verið eigari av virkseminum.
- Tí eru tað nú umleið 80 ár síðan, at Søldarfjørður gjørdist bunkringarstøð hjá føroyskum og útlendskum skipum og ein av megingoymslunum av brennievni til stovnar og húsarhald kring landið. Hóast væl røktir, eru tangarnir farnir at eldast, og tíðin var nú komin til eitt nýbrot.
Lagt verður aftrat, at gomlu tangarnir vera kortini standandi, tí teir eru friðaðir sum krígsminni.
Í Runavíkar kommunu takka tey Effo fyri sera gott samstarv í allari tilgongdini fram til hendan dag, nú leigusáttmáli varð undirskrivaður.











