Leikabúðin flutt

Leikabúðin í Saltangará hevur latið upp aftur í nýggjum hølum. Talan er tó bert um fyribils flyting, meðan umvælingin av gomlu hølunum er fyri

Handilsvinna
Saltangará:Leikabúðin hevur latið upp aftur í hølunum, har Miklagarður fyrr var. Flutt verður út aftur á Teymavirkið, tá umvælingin er liðug.
Tað var einaferð tíðliga í heyst, at Leikabúðin lat aftur, tí hølini, handilin helt til í, skuldu hava eina rættiliga stóra umvæling. Væntað varð tá, at tað fór at bera til at lata upp aftur einaferð í november ella fram móti jólum.
?Men soleiðis varð ikki, sigur Jákup Vágsheyg, søluleiðari, og tí eru vit nú flutt inn i hølini, har Miklagaðru var.
Men hendan flytingin er bara fyribils, sigur hann.Tí beinanveg, umvælingin av gomlu hølunum er liðug, verður flutt útaftur.
Jákup Vágsheyg sigur, at fólk var farið at sakna Leikabúoðina og spyrja eftir henni. Og nú tað nærkast jólum, varð ikki hildið rætt, at hon ikki var opin yvirhøvur. Tí varð hugsað um at flyta nakað av vøruni inn í Bókabúðina, hóast tað bert hevði verið ein neyðloysn. Tí hevði plássið syrgt fyri.
?Tá nú hesin møguleikin beyðst, tóku vit av beinanveg, sigur hann. Hann heldur, at tørvur er á einum slíkum handli í einum øki sum hesum við Skálafjørðin. Tað vísir kundaskarin, sum kom í handilin, beinanveg latið var uppaftur.