Lerwick: Gotland varð longu undan kappingini mett sum eitt av veikastu liðunum í kappingini, og dysturin sunnudagin gav so onga ábending um tað øvuta.
Hinvegin er helst einki at ivast í, at tað var ein hóskandi bleyt lending hjá føroyska liðnum at fáa. Venjarin læt eisini allar spælarar sleppa upp í part, og tó at liðið soleiðis var fyri støðugari útskifting, so kom hetta ongantið at merkja úrslitið.
Serliga í øðrum setti gekk skjótt, og tað man hoyra til tær heilt sjáldsomu flogbóltshendingarnar, at ein og sami leikarar servar fimm ess á rað. Men tað var júst tað, sum Gudrid Nolsøe gjørdi ta einu ferðina.
Allur dysturin til samans tók heldur ikki meira enn 54 minuttir, og tað sigur væl eisini nakað um, hvussu stórur styrkismunurin var.
Í hinum dystinum í okkara bólki vann Áland 3-1 á Bermuda. Og í bólki 2 hevur Saaremaa longu víst stóra styrki. Tær spældu tveir dystir sunnudagin, og í báðum førunum - ávíkavist móti Hetlandi og Grønlandi - varð úrslitið 3-0. So higartil bendir alt á eina endurtøku av finaludystinum frá teimum trimum seinastu oyggjaleikunum.