Tað var alt annað enn ein blíð móttøka, ið Chelsea fekk á Upton Park í gjárakvøldið. West Ham-fjepparar kastaðu steinar eftir leikarabussinum, tá ið hann nærkaðist leikvøllinum. Rútar vórðu knústir, men eingin skaði stóðst av ófriðinum.
Eisini undir dystinum vórðu leikararnir hjá Chelsea útsettir fyri ófriði. Joe Cole og Frank Lampard, sum áður hava leikt við West Ham, vórðu útsettir fyri niðursetandi rópum allan dystin.